Skriva út

Stórar smáar løtur í Kunoy

04.03.2014 Tíðindi
Stórar smáar løtur í Kunoy

Kringvarpið bar í seinastu viku tey tíðindi, at tað átrúnaðarliga landslagið spakuliga broytist. Í fólkakirkjuni mega vit ásanna, at vit eru farin at nýta kirkjuna yrkadagar til ymisk sløg av gudstænastum og boðandi løtum. Hesar løtur hava nakað sosialt yvir sær, so sum umstøðurnar á staðnum við atliti at fólkatali og bygningi loyva. Tað sosiala, tað at vera og hava nakað saman, er væl kent millum tey fyrstu kristnu.

Tað nýtist ikki altíð at vera so stórt og ógvusligt, ið vit skipa fyri. Tað ræður um at varðveita sambandi við veruleikan og gera tað uppá okkara máta. Júst hetta dugdu tey væl í Kunoy hósdagin 27. februar í ár, tá ið biskupur saman við konuni vitjaði og helt ein fyrilestur um “virði í smáum løtum”.

Var sera spentur til hesa løtuna. Ávegis aftur til Havnar var eg glaður fólkakirkjunnar vegna, at kirkjuráðið í Kunoy megnaði at gera løtuna so avbera hugnaliga. Klokkurnar kallaðu, inn- og útgangsbønin varð biðin, tveir sálmar sungnir. Aftan á eini 60-70 minuttir fingu vit ein góðan kaffimunn í forkirkjuni, og so gekk prátið inni í skipinum, meðan vit kundu njóta okkurt søtt til góman. Ein so unniligur friður hvíldi yvir løtuni, og væl nøgd fólk góvu rúminum hita.

Fitt av fólki kom úr Klaksvík, og onkur var úr Árnafirði. Júst henda vitjanin gav løtuni nakað eyka. Kirkjuliðið í Kunoy er fáment, so tað var gleðiligt og lívgandi, at fólk vitjaði úr grannabygdunum. Vit standa saman um nakað gott, gudshúsið, orðið um Jesus og menniskjansliga nærveru.

Fyrilesturin var í einum løttum tóna um lívsins stóru spurningar. Vónandi fekk onkur okkurt at hugsa um. Vit bæði konan koyrdu væl nøgd suður aftur í høvuðsstaðin. Í huganum stendur minni um eina ríka løtu.

Stórar smáar løtur ljóðar mótsigandi. Er tað ikki tað, ið Jesu orð sipa til, tá ið hann umtalar sína hjáveru, har tvey og trý savnast í navni hansara?

Tey smáu kirkjuliðini hava alstóran týdning fyri nærumhvørvið og Føroya Kirkju. Ein góð gudstænasta kann saktans vera ein gudstænasta, har einans nøkur fá fólk eru til staðar. Tí saman við teimum fáu er frelsarin Jesus, og er hann til staðar, er nógv gott.

Fyrilesturin verður ikki endurtikin, men hetta var brellbitin, ið forkvinnan í kirkjuráðnum Eghild Pouslen legði út á netið:

Njót løtuna, ið ongantíð kemur aftur.

Síggj eyguni, meðan tey eru opin.

Gev blómurnar, meðan lív er.

Ver hjá og ikki frá – nærvera og frávera.

Bíða ikki eftir stórum løtum, savna tær smáu, og tú byggir varðar.

Orð: JF.
Mynd: Ketty Poulsen.

Sí fleiri myndir: