Skriva út

Støðugt á ferð

24.09.2018 Tíðindi
Støðugt á ferð

Sunnudagin 30. september kl. 14.00-16.30 skipar føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, Sankta Ólavs kirkjulið, fyri einum spennandi og viðkomandi fyrilestri.

Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin, sum hevur heiti ”Støðugt á ferð – K. O. Viderø og ferðafrásagnir hansara”. Í fyrilestrinum verður greitt frá lívi hansara sum útiseti í Keypmannahavn, frá hansara ferðum og ritverki - og frá hansara longsli til Føroyar og úr Føroyum. Bergur hevur skrivað ph.d.-ritgerð um Viderø. Hendan hevur heitið ”Er heima til?”.

Tiltakið fer fram í Hans Egede Kirkju, sum liggur í Vardegade 14 á Eysturbrúgv. Júst hendan kirkjan er dagliga karmurin um regluligu guðstænasturnar hjá føroysku kirkjuni í Keypmannahavn. Aftaná fyrilesturin verður møguleiki at fáa ein drekkamunn. Eisini verður tað gjørligt at seta Bergi spurningar og møguliga fáa okkurt nærri greina. Tiltakið er ókeypis.

Um Viderø (1906-1991) kann nevnast, at neyvan nakar føroyskur útiseti man hava ferðast so títt, støðugt og víða sum hann gjørdi. At ferðast var fyri hann ein spurningur um lív ella deyð - og tilfar til skaldskap. Eftir Viderø liggja í dag 4 bind við ferðafrásagnum umframt mangt annað - týðingar, bygdasøgur, prædikur og yrkingar.

Kristian Osvald Viderø var føddur í Skálavík, men kom ungur til Danmarkar at ganga á Askov háskúla. Hann tók studentsprógv í Keypmannahavn í 1930 og byrjaði at lesa gudfrøði sama ár. Í alt búðu hann í uml. tjúgu ár í Keyp-mannahavn. Øll hesi árini ferðaðist hann nógv – í Europa, Miðeystri og Norðurafrika – og hann helt fyrilestrar og skrivaði um sínar ferðir. Í 1934 yrktu limir í Føroyinga-felagnum í Keypmannahavn eina skemtiliga vísu um hann, tí hann ferðaðist so sjáldsama nógv.

Viderø tók við prestastarvi í Føroyum í 1947. Um sama mundið var heitt á hann at gera bíbliutýðingina hjá Jákupi Dahl lidna. Men prestastarvið legði bindingar á hann, og í 1951 rýmdi hann brádliga úr starvinum og fór á ferð í Miðeystri. Av hesum stóðst ein gøla, sum fylgdi honum í nógv ár.

Tá hann fór frá fyri aldur í 1977 gjørdi hann av at fara til India at búgva. Hann sendi pakkar við handritum heim til ein systurson í Føroyum, men sjálvur helt hann á at ferðast. Hann doyði 84 ára gamal og er grivin í Keypmannahavn.