Sterkur í skrift og talu
Eitt 100 ára minni um Johan Nielsen prest og fólkatingsmann
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Teir róku teg av kirkju út
og aftur burt av tingi,
tú mátti liva í sorg og sút,
so hevur lív títt gingið.
Soleiðis yrkir Fríðrikur Petersen, próstur, í sangi sínum »O, móðurmál«. Tó at føroyska málið gjørdist partur av prædikum hansara, men danskt sum fólkatingsmaður, so er eingin ivi um, at Johan Nielsen, prestur og fólkatingsmaður, taldist teirra millum, ið bardust sum úlvur á skóg fyri at vinna móðurmálinum síni sjálvsøgdu rættindi bæði innan kirkju- og tinggátt.
Hann var orðhagur maður, sterkur í Skriftini fyrst og fremst, men sanniliga eisini í søguni og kvæðunum. Og í prædikum og talum í fólkatinginum troytti hann mong fyndorðini úr hesum hollu keldum.
Fríggjadagin 15. mars vóru liðin hundrað ár síðan Johan Nielsen var borin í heim.
»Kanska hava ogur bøtt fyri Tórgrím illa.« Hesi orðini segði Tummas Jacobsen, prestur, ættaður úr Sandvík, í samrøðu við Árna Joensen í Dimmalætting. Tí umframt hann vóru um somu tíð eisini tveir aðrir sandvíkingar prestar, Johan Nielsen og Høgni Poulsen. Tríggir í senn. Tórgrímur illi høvdingi í Sandvík var hann, ið gav Sigmundi Brestissyni banahøgg í fjøruni í Sandvík. Manninum, ið boðaði kristni í Tinganesi um ár 1000.
Johan Christian Nielsen var borin í heim í Sandvík fyri hundrað árum síðan, 15. mars 1919. Foreldrini vóru Jóhanna Katrina, f. Thomsen, og Mikkjal Nielsen. Barndómsheimið varð kallað undir Heygnum. Sjálvur lýsir Johan barndóm sín sum stuttan, men ómetaliga eydnusaman.
Studentsprógv tók Johan í Havn 1946 og gudfrøðiprógv í Keypmannahavn 1953. Áðrenn tað hevði hann í 1930-árunum verið sjómaður og hevði hetta helst verið lívsleið hansara, um ikki tuberklasjúka forðaði honum í tí. Gávuríkur sum Johan var, fór hann tí lestrarvegin.
Undir lestrartíðini í Keypmannahavn 1946-53 arbeiddi hann fyrst á Statens Ligningsdirektorat og síðan á vaktarstovuni hjá Berlingske Tidende.
Prestaár í Danmark og Føroyum
Eftir lokið embætisprógv í 1953 var Johan Nielsen fyrst prestur í Sankta Lukas kirkju og síðan í Sions kirkju, báðar í Keypmannahavn.
Í 1956 gjørdist Johan sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi við sæti í Klaksvík. Hann tók við eftir Niels J. Rasmussen, sum hevði verið prestur her í út við fjórðingsøld. Kalskapellánur var Fritz Busch.
Í átta ár var Johan Nielsen prestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Eftirmaður hansara var bygdarmaðurin Tummas Jacobsen, sum frammanundan hevði verið hjálparprestur í kallinum.
Størsta hendingin hjá Johan Nielsen sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi var í juli 1963. Tá varð tann prýðiliga og byggilistarliga sjáldsama Christianskirkjan vígd. Um somu tíð var Jákup Joensen settur í embæti sum varabiskupur. Fríðrikur kongur IX og Bodil Koch, kirkjumálaráðharri, vóru í Føroyum bæði í sambandi við embætissetan og kirkjuvígslu.
Komin aftur til Keypmannahavnar í 1964 tók hann við embæti í Filips kirkju. Í 1970 gjørdist hann prestur í Ørsted-Daastrup sókn nærindis Viby á Sælandi, og at enda prestur í Hellebæk í Norðursælandi í 1979.
Farin úr starvi í 1983 fluttu Johan og konan Birthe til Sandvíkar at búgva. Og her í heimbygdini andaðist hann 24. mai 1984.
Bað pápan lata drongin lesa
Í endurminningum frá barnaárum greiðir Johan Nielsen frá eini ferð saman við pápanum á Tvøroyri, har teir fóru inn á gólvið hjá einum av stórkeypmonnunum.
Har fekk hesin lítli jassurin við snakki sínum hinar báðar í slíkan skellilátur, at reiðarin bað pápan vælsignað lata drongin fara undir lestur, so at hann kundi gerast prestur ella politikari.
Í minnisljósinuim sigur Johan Nielsen, at í teirri løtuni ímyndaði eingin sær, at hann ein dag gjørdist bæði tvey.
Fólkatingsmaður í fjórðingsøld
Í 1960 varð Johan Nielsen valdur til fólkatingsmann fyri Føroyar, stillaður upp av Norðoya Javnaðarfelag.
Í 1964 varð formaður Javnaðarfloksins, Petur Mohr Dam, valdur í Fólkatingið, men Johan Nielsen møtti viðhvørt sum varamaður fyri hann.
Eftir at Dam hevði tikið við sum løgmaður í 1967 tók Johan Nielsen við føstum sæti í Fólkatinginum og varðveitti sessin til hann ikki stillaði uppaftur í 1979.
So statt hevði hann tilsamans verið fólkatingsmaður í stíva fjórðingsøld, skeiðið 1960-1964 talt við.
Mangar álitissessir
Alt sítt vaksna lív var Johan Nielsen í nógvum ymiskum nevndum og ráðum.
Formaður í Føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn var hann 1947-1949. Í blaðnevndini á Oyggjaskeggja 1949-1950. Formaður í Útvarpsnevndini 1958-1962. Det dansk Bibelselskab 1975-1982. Red Barnet 1976-1980.
Føroyingum í Danmark var Johan Nielsen bæði sum prestur og fólkatingsmaður hollur í ráðum og hjálp. Bæði fastbúgvandi, lesandi og øðrum í bráðfeingis ørindum. Altíð fyrikomandi og til reiðar við eini hjálpandi hond.
At læra prestagerningin
Í Kirkjutíðindum hevði Petur Martin Rasmussen, prestur, minningarorð um Johan Nielsen, ið sum nevnt doyði í mai 1984.
Teir komu at kennast í Keypmannahavn í 1952. Tá var Johan komin fram undir endan av gudfrøðilestrinum og Petur Martin skuldi byrja. »Hevur tú keypt bøkur?« spurdi hann. Tað hevði Petur Martin ikki. »Kom við mær til Grubb, har fært tú stóran part av tí, tær tørvar fyri lítið og lætt.«
Soleiðis var Johan. Altíð við tí hjálpandi hondini.
Tá ið Johan hevði fingið prestaembæti í Sions kirkju, bað hann Petur Martin hjálpa til við sunnudagsskúlanum, »so fært tú ein døgverðabita, tá ið tú ert her úti kortini.« Hetta var til regluligar vitjanir tey árini, »og hvørt var blíðari enn annað, Johan og Birta,« sigur Petur Martin.
Seinni, tá P. M. Rasmussen hevði lokið gudfrøðiprógv og varð prestvígdur, fekk hann starv sum hjálparprestur hjá Johan Nielsen í Norðoya vestara prestagjaldi. Sum fólkatingsmaður var hann drúgva tíð staddur í Keypmannahavn og fekk tá ikki røkt prestastarvið samstundis.
Hjálparprestur var Petur Martin 1961-1962. Hann vísir í hesum sambandi á ta sannroynd: Eitt er at fáa prógv frá lærdum háskúla, annað er at læra at vera prestur. »Eg lærdi ómetaliga nógv, bæði hjá Johan og Busch,« sigur hann.
»Gev teg ikki upp til nakran ávísan flokk í kirkjuni. Minst til, at tú skalt vera prestur hjá øllum kirkjufólkinum.« Hesi vóru ráðini. Í prædiku skuldi ein helst ikki vera ov langrøkin, men geva sær góða tíð, tá ein sum prestur talar við fólk. Læra seg at lurta heldur enn altíð at tala sjálvur.
Hjá einum presti ræður um at vera lagaligur, men í prædiku eigur ikki at vera skoytt eftir, hvat annar heldur. »Verða fólk tá ill, veitst tú, at tú ikki hevur talað nøkrum eftir munninum, men fært tú ov mikið rós, hugsa teg tá um, um tú hevur verið sannur móti tí boðskapi, tú ert settur at boða.«
Johan Nielsen átti ein bát, sum æt »Habakkuk« eftir einum av profetunum í Gamla Testamenti. Men í minningarorðunum eftir P. M. Rasmussen verður ein bátur nevndur »Skrápurin«. Petur Martin og Johan vóru á floti við hesum báti; onkuntíð í seiðaroki á Galvinum.
Johan segði tað vera heilsubót at vera á báti. »Eg havi krím, kom á flot!« Johan hevði fastan sess aftur í rong. Best dámdi honum, um nakað av sjóroki var. Tá sat hann og sang ella kvað.
Røtur í heimligt jørðildi
Johan Nielsen var dúgligur við penninum at skriva jólasøgur í »Hugnalig jól«, sum kom út í Klaksvík, og »Jólaboð«, sum Bókadeild KFUM’s í Havn enn gevur út. Okkurt hissini var eisini prentað í øðrum jólahefti.
Til jóla 1985 gav Bókadeild KFUM’s út úrval av hesum søgum, sum Johan hevði latið »Jólaboð«. Við bókini »Í Harrans hondum« fingu vit ikki bara eina bók út til jóla, men eina rættiliga jólabók.
Spell var tað, at Johan gjørdi so lítið av at skriva tik útgávu, tí hann hevði eitt so ómetaliga fruktagott sinni, og framúr væl lá fyri hjá honum at málbera seg. Í orðaskifti dugdi hann sum fáur at fáa fatur á og nýta orðamyndir til at lýsa ein tanka og eitt hugskot.
Fjúrtan fittar søgur eru í savninum »Í Harrans hondum«, sum hava tað til felags, at tær lýsa føroyska mannahugsan og siðalag og føroyskt bygdalív. Hetta uttan mun um persónarnir eru heimastaddir ella burturstaddir.
Í politiskum talum kundi Johan stundum smyrja tjúkt upp á flísina. Men hann dugdi væl at smoykja politiska hamin av sær og við honum fordómarnar og stívrendu uppfatarnirnar, tá hann skrivaði slíkar hugnaligar og hugtakandi lýsingar av fólki og umhvørvi teirra, sum talan er um í savninum »Í Harrans hondum«.
Johan vaks upp á bygd. Í Sandvík. Tað er í hesum jørðildi, mangar av søgumyndunum hava røtur. Og minni hevði hann so avbera gott. Einki ørminni, men ein klár hugsan.
Hóast stílurin er einfaldur, er frásøgan altíð greið; menniskjans gerðir altíð skilagóðar tá ið á stendur, ikki fjartøknar ella ónátúrligar.
Hóast høvundurin sýnist sorgblíður – eins og mangir jólasøguhøvundar kunnu vera – so er ikki talan um barnsligt góðvarni, ið kann hava við sær, at onkur sigur: Sovorðið møsn! Og blakar síðan lesnaðin frá sær.
Av øðrum, ið Johan Nielsen hevur greitt úr hondum kann m.a. nevnast grein í Kirkjutíðindum um navnasiðir í gamla Ísrael. Í Sálmabók Føroya Kirkju eru tveir sálmar eftir hann: »Hvør kennir Harrans vísdóms ráð« (nr. 59) og »Góði Harri, hoyr eg biði«.
Brúðartalan og krígsskipið
Johan Nielsen dugdi ómetaliga væl at siga frá ymsum gerandishendingum, honum hevði verið fyri, bæði álvarsomum og stuttligum.
Ein dagin bíðaði hann eftir ein bussi í Keypmannahavn. Har var einki annað fólk, men so kemur ein maður gangandi yvir móti steðgistaðnum. Hann rættir Johan hondina og biður góðan dag. »Tygum eru Johan Nielsen prestur, haldi eg meg síggja.«
»Tað man vera úr fjølmiðlunum, tygum kenna andlit mítt. Teimum sleppur ein politikari ikki undan. Hvørki í góðum ella illum.«
»Nei,« sigur maðurin, »Tað er sum prest, eg kenni tygum. Tygum hava gift meg.« So sigur hann navnið á sær og konuni. Johan umbar seg. Hann hevði gift so mong pørini, at tað var ógjørligt at minnast hvørt einstakt teirra.
»Tað er serliga brúðartaluna, tygum hildu fyri okkum, ið eg ongantíð gloymi.« Og nú gerst Johan forvitin. »Jú, tygum líknaði hjúnabandið saman við tvey skip, ið sigla úti á lívsins havi. Og á lívsins havi kann stundum vera eins baldrut sum á tí veruliga havinum. Skipini skulu veita hvørjum øðrum lívd, og kemur annað í neyð, so skal hitt hjálpa, og síðan skulu tey fylgjast í trygga havn. Og henda trygga havnin er tað heimið, hesi bæði nýgiftu skulu byggja.«
»Jú,« sigur Johan, »hasa myndina komist eg við; hana havi eg brúkt í onkrari brúðartalu. Men sig mær, hvussu hevur so gingist hjá tykkum báðum?«
Maðurin drýpur høvur og sigur: »Tygum prestur, hatta skipið, eg kom at fylgjast við, var eitt krígsskip!«
Hann segði seg hava fingið eina so ógvuliga striksa konu.
»Je hugsaði um Sokrates og Santippu,« segði Johan. »Ikki um vatnbyttuna, hon stoytti yvir høvdið honum, men um tann mannin, sum er so eydnusamur, at hann fær eina góða konu, og so um hin, ið kann gerast filosofur, um hann fær eina striksa konu. Sum prestur hevur tú tagnarskyldu, men framhaldandi samtalan við henda mannin gav ábending um ein ikki so lítlan filosof.«
Hetta var so okkurt leyst og fast um ein fólkakæran prest, ið sandvíkingar saman við tveimum øðrum prestum máttu lata í viðurlag fyri ógerð Tórgríms.