Skriva út
Steintóra verður sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju
05.10.2023 Tíðindi
Kirkjuráðini i Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi innstillaðu Steintóra Gleðisheygg Joensen í embætið sum sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.
Nú er innstillingin staðfest, og landsstýriskvinnan í Almanna- og Mentamálaráðnum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Steintóru sum sóknarprest í Suðurstreymoy.
Steintóra var prestvígd í apríl 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðar tvær hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi.
Steintóra byrjar í nýggja embætinum tann 1. november.
Onnur tíðindi