Skriva út

Steintóra Gleðisheygg Joensen skipað í embætið

18.04.2021 Tíðindi
1.jpg

Sunnudagin 18. apríl, 2.s.e.páskir, skipaði dómprósturin Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum virkandi sóknarprestur í suðurstreymoyar vestara pestagjaldi tíðarskeiðið 15. apríl – 31. juli 2021.

Náði verið við okkum og friður frá Guði Faðir okkara og Jesusi Kristi. Amen.

Góða Steintóra Gleðisheygg Joensen: á hesum innsetingardegi tínum sum virkandi sóknarprestur í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, skulu vit hoyra nøkur orð úr fyrra Korintbrævi kap.3 vers 11: “Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Krist.” Amen.

Seinasta sunnudag vart tú prestvígd í Havnar kirkju, dómkirkjuni, til tænastu í fólkakirkjuni. Tað var ein góður dagur!

Í dag verður tú skipað í embætið í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi sum virkandi sóknarprestur. Og vit ynskja tær nógvar góðar dagar í komandi embætinum.

Skipanin í fólkakirkjuni er, at tá ið ein er prestvígd ella prestvígdur, kann ein virka sum sóknarprestur í tí prestagjaldinum, ein er kallaður at virka.

Tú hevur fingið eitt ávíst stað at virka sum sóknarprestur. Tað er í hesum kallinum, at tú skalt boða Guðs orð, og gera tænastu sum prestur saman við báðum starvsfelagum tínum.

Í lívi okkara vita vit, at tað er neyðugt, at vit byggja á haldgott grundarlag.

Vit kunnu seta spurningin: Hvat er eitt haldgott grundarlag? Er tað góða grundarlagið nakað, sum er í mær hinum einstaka ella er grundarlagið nakað, sum er uttan fyri mítt egna virki ella, sum eg havi ávirkan á?

Og hvat er haldgott grundarlag?

Í virki tínum sum prestur, fert tú at møta ymiskum menniskjum og ymiskum hugsanum. Eisini, tá ið tað er talan um uppfatanir og grundarlag fyri lívinum, vit liva.

Brotið, sum eg las at byrja við, er tikið úr fyrra Korintbrævi, har ápostulin umtalar nøkur viðurskifti í kirkjuliðnum í Korint, sum hava at gera við tað grundarlag, kirkjuliðið er bygt á.

Niðurstøðan hjá ápostlinum er, at hann og samstarvsfelagi hansara Ápollos eru bert tænarar og starvsfelagar Guðs, tó hvør við síni ábyrgd, men grundvøllurin er hin sami – Jesus Kristus.

Rembingar vóru í kirkjuliðnum í Korint. Rembingar hava verið gjøgnum alla kirkjusøguna til okkara dagar.

Tað hevur okkara kirkja eisini verið. Ja, vit eru beinleiðis eitt úrslit av einari rembingartíð, sum byrjaði fyri yvir 500 árum síðani!

Nógv er skrivað um reformatiónina øll hesi árini – eisini her á landi – bæði upprunaliga og týtt. Hesum hava vit m.a. Davdi Johannessen, fyrrverandi sóknarpresti, nógv fyri at takka.

Tað er kanska áhugavert at nevna í hesum sambandi, at júst í dag, á innsetingardegi tínum, Steintóra, 18. apríl, eru 500 ár liðin síðani tiltikna ríkisdagin í Worms.

16. apríl kom Luther við fylgi sínum til Worms. Dagin eftir 17. apríl varð hann førdur fram fyri ríkisdagin.

Hann varð spurdur, um hann vildi taka nakað aftur av tí, hann hevði skrivað í bókum sínum. Hann skuldi svara ja ella nei. Soleiðis ætlaðu teir at forða fyri, at Luther fekk høvi at vísa talikynstur sítt. Luther bað um tíð at hugsa seg um. 18. apríl varð hann so førdur fram fyri ríkisdagin.

Hetta var størsti dagurin í lívinum hjá Martini Luther.

Hann skuldi verja seg og gleðiboðskapin, sum hann prædikaði. Hetta skuldi hann gera fyri landsins og pávans mætastu monnum.

Luther segði, at hann viðurkendi sína evangelisku áskoðan. Hann vildi ikki taka nakað aftur av tí, sum hann hevði skrivað, uttan hann varð sannførdur eftir heilagu skriftini. Hann hevði eitt grundarlag at byggja á!

Luther helt, at Skriftin hevði evsta myndugleika – sola scriptura – skriftin aleina!

Hvat síðani hendi lata vit søguna um at tala!

Prædikuteksturin í dag er um hin góða hirðan, sum tú fert at lesa frá altarinum um eina løtu.

Hin góði hirðin hevur umsorgan fyri øllum fylginum.

Tú hevur fingið nøkur fylgi at hava umsorgan fyri – hugsa vit um kirkjurnar og prædikustøðini í prestagjaldinum, har tú skalt gera tænastu. Størri og smærri, tú hevur ábyrgdina av øllum!

Vit liva í eini tíð, har menniskju seta nógvar spurningar – eisini, og ikki minst – tá ið talan er um andligar spurningar.

Tað er gott, at ein ungur prestur anno 2021 veit um kirkjusøguna, guðfrøðina og Martin Luther. Tað er eisini eitt neyðugt grundarlag fyri starv og virkið hjá presti. Ja, tað verður beinleiðis álagt presti, at lesa og granska skriftina fyri betur at greina og boða Guðs orð!

Men tað er eisini alneyðugt, at prestur møtir menniskjum, har tey eru stødd í lívinum – í dagliga lívinum. Eisini tá ið menniskju halda, at grundarlagið í lívinum ella tilveruni er svikaligt ella als ikki til staðar!

Tá er neyðugt, at prestur møtir tí einstaka, sum tann góði hirðin og vísir á haldgott grundarlag við trúnni, kærleikanum og vónini.

Ynski og bøn okkara er, at tú røkir fylgi væl – tey hava brúk fyri tær, og tú hevur brúk fyri teimum!

Eg fari at ynskja tær Guðs ríku signing í tænastuni, góða eydnu og Jesus fylgi tær!

So fari eg eisini at ynskja kirkjuliðunum og báðum sóknarprestunum og øllum kirkjutænarunum í prestagjaldinum hjartaliga til lukku við nýggja sóknarprestinum.

Takið væl ímóti Steintóru Gleðisheygg Joensen og latum okkum øll hava hana og hennara í bønum okkara.

Amen!

Orð: Uni Næs, dómpróstur

Myndir: Jens K. Vang.