Skriva út
Steintóra byrjað í embætinum
01.12.2023 Tíðindi
Sunnudagin skipaði Uni Næs, dómpróstur, Steintóru G. Joensen í embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.
Nógv fólk var komið í Havnar kirkju til innsetingargudstænastuna, og nógvir starvsfelagar vóru eisini í kirkjuni.
Eftir gudstænastuna fingu fólk høvi at heilsa uppá nýggja sóknarprestin, sí myndir, ið Jens Kr. Vang hevur tikið.
Steintóra kemur í embætið, sum Ann Hermansdóttir hevði. Í august byrjaði Ann í nýggja embætinum sum studentaprestur.
Sí fleiri myndir á facebook her.
Onnur tíðindi