Skriva út
STANLEY Í HOYVÍKAR KIRKJU
20.11.2020 Tíðindi
Sunnudagin 22. november kl. 16 hevur Stanley Samuelsen konsert í Hoyvíkar kirkju. At Stanley vitjar okkum hesa tíðina av árinum, er vorðin ein fastur siður. Ja so fastur, at í ár er tað 11. árið á rað, at hann hevur konsert í kirkjuni.
Stanley hevur í nógv ár sungið, spælt og skrivað tónleik. Herfyri varð danska útgávan av "Um eg kundi kvøðið" tikin við í ta donsku háskúlasangbókina.
Hjartaliga vælkomin á konsertina við Stanley Samuelsen í Hoyvíkar kirkju sunnudagin kl. 16. Sum vanligt er konsertin ókeypis, men tilmælini, ið siga í mesta lagi 300 fólk, verða hildin.
Onnur tíðindi