Skriva út
Staðsetingin av embætunum varðveitt
24.02.2014 Tíðindi
Í nøkur ár hevur ligið á ljóði, at ætlanin var at gera smærri broytingar innan bygnaðin, ið møguliga førdu til, at okkurt embæti varð flutt.
Í einum skrivi til kirkjuráðini, ið er dagfest 20. februar 2014, boðar biskupur frá, at gingið verður frá ætlanini um bygnaðarbroyting. Sagt verður millum annað:
Biskupur hevur áður nevnt, at ein nevnd fór at verða sett at greina tað kirkjuliga landslagið. Møguligar bygnaðarbroytingar, ið elvdu til, at okkurt embætið varð flutt, eru fráboðaðar. Orsøkin var miðsavningin í høvuðsstaðnum og tað skjótt vaksandi fólkatalið í Hoyvík.
Leiðslan í fólkakirkjuni er væl nøgd við gongdina og tey embætir og tað kallið / starvið, ið Landsstýrismaðurin hevur skipað eftir áheitan frá kirkjuráðunum og kirkjunnar leiðslu. Kirkjuliga landslagið hevur staðið saman, bæði kirkjuráð, Prestafelagið og leiðslan.
Í stevnuni hjá núverandi biskupi varð sagt: Sóknarprestur til Suðurstreymoyar vestara, Suðurstreymoyar norðara og Keypmannahavn. Listin staðfestir henda veruleika:
• Nýtt embæti í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
• Nýtt embæti í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.
• Tað tíðaravmarkaða kallið sum hjálparprestur hjá dómpróstinum er vorðið eitt varandi embæti.
• Í Keypmannahavn var ætlanin at niðurleggja embætið hjá føroyska prestinum. Leiðslan í føroysku fólkakirkjuni bað um fund við donsku myndugleikarnar. Úrslitið er, at eitt nýtt og øðrvísi skipað embæti verður í Keypmannahavn. Føroyski presturin verður løntur av dønum. Innihaldið í embætinum verður skorið eftir føroyskum leisti.
• Eitt lektarastarv á Fróðskaparsetri Føroya. Kirkjan rindar 49 % av rakstrinum.
Omanfyri nevndi listi føðir ta gleði og staðfesting, at biskupur og dómpróstur eru nøgdir við tann bygnað, ið vit hava, tá ið hugsað verður um staðseting av sóknarprestum.
Boðað verður frá, at biskupur við atliti at staðseting av sóknarprestum ikki tekur stig til nakra bygnaðarbroyting ella umskipan tey komandi nógvu árini.
Vit takka Landsstýrismanninum fyri eina jaliga málsviðgerð, kirkjuligt skygni og vælvild. Vit takka Løgtinginum, ið samtykti lógarverkið og fíggjarliga tók undir við nevndu framstigum.
JF.
Onnur tíðindi