Skriva út

Sótu í kvirru í kirkjuni í Hvalba

08.12.2017 Tíðindi
Sótu í kvirru í kirkjuni í Hvalba

AFTANKVIRRA: Ein av sjúkunum, sum nógv verður tosað um í dagsins samfelagi, er strongd. Nógv eru strongd, og megna tí illa tær uppgávur og avbjóðingar sum krevjast í dag.
Onkur nevnir enntá strongd eina komandi fólkasjúku, sum fer at fáa stórar avleiðingar fyri fólk og samfelag.
Samstundis eru mong fólk ið ynskja at finna bæði kvirru og hvíld í gerandisdegnum, og leita eftir støðum har tey kunnu finna hetta. Nógv verður gjørt frá almennari síðu til tess at bøta um her, men eisini Fólkakirkjan hevur síni tilboð í hesum sambandi.
Ein møguleiki er Nánd í Dómkirkjuni í Havn og Náttarkirkjan í Kollafirði, sum varð umrødd herfyri á hesi síðuni. Eitt annað stað, har til ber at hvíla seg eina løtu og bert sita í kvirru, er Hvalbiar kirkja.
Nú tað stundar til jóla og dagarnir eru farnir at styttast, hevði ein valt at bjóða inn til sonevnda Aftankvirru ein mikudag í november mánaði, har kvirra merkti hesa løtuna frá byrjan til enda.
Og fyri at runda alt av, so varð eisini boðið til serstakt kvirru-the, samstundis sum fólk fingu høvið at práta saman.
- Eg haldi avgjørt, at fólk vóru fegin um hesa løtuna, sigur stigtakarin, Jens Mortan Mortensen, ið er sóknarprestur í Hvalba.


NJÓTA LØTUNA
Mikukvøldið 22. november var Aftankvirra á fyrsta sinni á skránni í Hvalbiar kirkju. Tað var upprunaliga Nita Næs í Hvalba, sum var komin við hugskotinum til júst hetta slagið av kvirrukvøldi.
Tá fólk kom innar í kirkjuna vóru tey beinanvegin varug við ta kvirruna og tann friðin ið her valdaði: Í kirkjuni vóru livandi ljós tendrað á altarinum, á doypifuntinum, á kórsgáttini og í vindeygunum.
Her vóru tey við til eina serstaka løtu, har kvirra varð hildin, yrkingar vórðu lisnar, og har klavertónleikur ljómaði so stillisliga út í kirkjurúmið.
- Hetta var eitt gott høvi at seta seg niður, og bert njóta løtuna saman, leggur sóknarpresturin aftrat.

MANGT KEMUR FRAM
Hetta kvøldið høvdu eini 20 fólk leitað sær kirkjuna og í kvirruna tann góða hálva tíman, ið tiltakið vardi.
Her kundu tey millum annað hoyra prest sjálvan lesa egnar yrkingar og spæla á klaverið í kirkjuni. Talan var jú um eina gudstænastu við aftankvirru, og hesa løtuna fekk kirkjufólkið fleiri høvi til bert at sita í kvirru.
At enda varð kvøldarsálmurin ”Nú friður er á heiðum” sungin, áðrenn borðreitt var við kvirru-the har frammi í kirkjuni.
- Tað var sera hugnaligt soleiðis at sessast eina løtu afturvið einum drekkamunni. Eftir eina slíka kvirru kemur so mangt fram, sum ein kann tosa um, sigur Jens Mortan Mortensen at enda.
At henda Aftankvirran veruliga nart við fólk er lítil ivi um. Eitt av kirkjufólkunum hetta kvøldið fegnast í øllum førum um løtuna.
- Tað var ein sera hugnalig løta í kirkjuni við Jens Mortan, og deiligt Kvirru-the frá Nitu. Stóra takk fyri tað, og vóni eg at tað verður onkutíð aftur, skrivar viðkomandi.
So vita tey tað!

Orð: Snorri Brend
Mynd: Jens Mortan Mortensen