Skriva út

Sorgarbólkur í Christianskirkjuni

26.03.2015 Tíðindi
Sorgarbólkur í Christianskirkjuni

Ein sorgarbólkur er eitt tilboð um eitt stuðlandi umhvørvi til tey, sum hava mist onkran, ið stóð teimum nær. Í sorgarbólkinum kunnu tey hitta onnur, ið eru í somu støðu sum tey sjálvi og saman kunnu tey deila kenslur og tankar, sum annars kunnu verða torførir at deila við teimum nærmastu.

Hanus á Gørðum, prestur og Elisabeth Akursmørk eru stigtakarar til sorgarbólkin, sum byrjar beint eftir páskir. Elisabeth er undir útbúgving til sálarviðgera og greiðir frá, at sorg er ein natúrlig reaktión, tá ein hevur mist onkran, sum ein er góður við. Sorgin kann ikki og skal ikki trokast burtur og tey ið bera sorg skulu ikki trýstast víðari. Felagsskapurin við onnur, sum eisini hava mist, kann verða ein góð hjálp til at bera sorgina í broytta gerandisdegnum sigur hon og leggur afturat, at tað kann verða sera stuðlandi at hoyra onnur greiða frá, hvussu tey fóta sær í sorgini og teim nýggju avbjóðingunum í lívinum.

Elisabeth greiðir eisini frá, at nógv, sum missa, fáa góðan stuðul frá familju og vinum. Onnur uppliva, at tey standa einsamøll við kensluni av sakni, máttloysi, vreiði, angist, skuldarkenslum og meiningsloysi.

- Í eini slíkari støðu kann tað verða ótrúliga gott at fáa stuðul í sorgarbólki. Nógv uppdaga at tey ikki eru einsamøll í sorgini og finna troyst í at sorg teirra hevur felags eyðkenni við tað onnur hava uppliva sigur Elisabeth og leggur afturat, at óviðgjørd sorg, sum bæði kann vera nýggj og gomul, kann viðføra angist, innara óró, niðursett evni til hugsavnan, eina kenslu av tómleika, vánaligan náttarsvøvn og tunglyndi.

- Vit vóna, at vit við hesum bólkunum kunnu skapa eitt felags, menniskjaligt pláss, har øll kenna seg trygg og har tað er pláss fyri at fortelja um missin, pláss til at lurta, pláss til at gráta og pláss til at kenna, at tú ikki ert einsamøll/einsamallur, sigur Elisabeth.

Sorgarbólkurin verður mánakvøld frá klokkan 19.00 til 21.30. Talið av luttakarum verður í mesta lagi 8 og øll í bólkinum hava tagnaðarskyldu. Luttøkan í sorgarbólki er ókeypis og øll eru vælkomin - uttan mun til hvørja samkomu, ein hoyrir til.

Ynskir tú at luttaka ella hevur tú hug at frætta nærri um sorgarbólkin, so ber til at venda sær til tey ið fara at leiða sorgarbólkin. Elisabeth Akursmørk, sálarviðgera, á telefon 22 92 29, Gudny Magnussen, sálarviðgera, á telefon 28 04 89 ella til Hanus á Gørðum, prest, á telefon 23 73 46.