Skriva út

Sonur pløgarans

05.09.2019 Tíðindi
Bartolomeus.jpg

Nakrar seinkaðar bartalsmessuhugleiðingar

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

»Sí, har er ísraelsmaður, sum ikki svik eru í.« (Jóhs. 1,48). Hetta sigur Jesus sjálvur um Natanael, og er hetta ein partur av frásøguni hjá Jóhannesi evangelisti um úrval Jesusar av teim fyrstu lærusveinunum. Tað merkisverda er, at hesin Natanael er ikki taldur við aðrastaðni í Nýggjatestamenti, tá sagt verður frá úrvali av teimum tólv lærusveinunum.

Hildið verður tí, at Natanael er sami maður sum Bartolomeus, ið telist millum teir tólv nevndu. Hann var ættaður úr Kána í Galilea. Sum ápostul var Bartolomeus víðfarin og leið deyðan sum pínslarváttur.

Leygardagin 24. august var bartalsmessa. Dagurin verður eisini nevndur bartalsøka og verður hildin til minnis um lærusveinin Bartolomeus. Navnið merkir sonur Ptolomeusar (»Bar Tolmai«), ið merkir pløgari. Eitt ættarnavn eftir yrki faðirsins.

Sankta Bartal er verndarhalgimenni hjá Frankfurt am Main, Maastrich, Pilsen, Altenburg og biskupsdøminum Liège. Og tað er hann eisini hjá skómakarum, skraddarum, slaktarum, bóndum, bakarum, námsarbeiðarum o.s.fr. Eisini veitir hann linna fyri piprilsi og húðsjúku.

Vit hitta hann altíð saman við vinmanni sínum Filippusi, sum leiddi hann til Jesusar. Men hvørki Augustin úr Hippo ella Gregor pávi I rokna Natanael á hædd við hinar lærusveinarnar.

Søgan sigur Sankta Bartal hava boðað gleðiboðskapin í India, Mesopotamia, Noðurpersia, Lýkia og Armenia. Staðfestingin verður nakað fløkt, tí navnið India verður brúkt ymist um tær ometaliga stóru víddirnar av landaøkjum eystan fyri og sunnan fyri Miðjarðarhav.

Kendi kirkjusøgumaðurin Eusebius úr Kesarea (uml. 260-340) sigur, at tá ið Pantenus halgi kom til India fyrst í 3. øld, hitti hann fólk, sum áttu eintøk av Mattiasarevangeliinum, og sum tey søgdu seg hava fingið frá Bartali.

Í »Martyrologium Romanum« verður sagt, at Bartal prædikaði í India og Armenia, meðan Rufinus sigur hann hava prædikað í Etiopia og Arabia.


Halgisøgurnar siga Bartal hava framt mong lekidómsundur, bæði tá ið ræður um at lekja holdsligar sjúkar og sálarligar sjúkur. Hann sigst hava lekt sálarsjúku dóttur Polimusar kongs í Armenia, og tað hevði við sær, at Polimus kongur og alt húski hansara tók við kristindóminum.

Heidnu prestarnir í landinum østu brøður kongsins upp ímóti Bartali. Heidni kongurin Astyages tók Bartal til fanga og dømdi hann »persiska revsing«. Hann varð fyrst húðflettur og síðan hálshøgdur (nakrar keldur siga krossfestur). Bartal verður tí á mongum myndum sýndur við flettingarknívi í hond; og tað er hann á einum av vongunum av kirkjbøarstólunum, har hann í hinari hondini heldur á eini bók, sum helst er Mattiasarevangeliið. Men í træskurðarmynd eftir Trónd á Trøð í Skálavíkar kirkju ber hann tó svørð, og tað kann so sipa til hálshøgging.

Alt hetta skal vera farið fram í Derbent á vesturstrondini á Kaspiahavi. Aðrar keldur nevna Sýria ella Albanopolis í Armenia.

Ein onnur eysturlendsk halgisøga sigur, at Bartal hitti Filippus í Hierapolis í Frýgia og haðan saman við honum fór til Lýkonia. Sambært Jóhannesi Krysostomos umvendu teir fólkið har til kristindómin.

Sonevnda Bartals Evengeliið verður roknað sum apokrýf og burturvíst í avgerðini um Pseudo-Gelasius. Onnur apokrýfurit eru: »Spurningar Bartals«, »Uppreisn Krists« og ymiskar blóðvitnisfrásøgur.

Sambært søgunum hava jarðisku leivdir Sankta Bartals havt eina meira umfjakkandi tilveru enn ápostulin sjálvur.

Í 500-árunum vórðu beinknotur fluttar út á oynna Lipari norðan fyri Sisilia. Trý hundrað seinni vórðu hesir halgigripir fluttir til Benevento, tá sarasenar tóku oynna (sarasenar er heitið á muslimum í miðøld, helst sprottið úr arabiska orðinum: »teir úr eystri«).

I 983 flutti Otto keisari II halgu beinknoturnar í kleystrið, hann hevði latið byggja á Tiberoynni í Roma, har tær framvegis eru goymdar í kirkjuni San Bartolomeo dell'Isola. Oyggin verður eisini nevnd Isola di San Bartolomeo eftir Sankta Bartali.

Síðan 1238 hevur høvuðskallin verið goymdur í St. Bartholomäus-Dom í Frankfurt am Main. Ein armur varð í 1000-árunum givin dómkirkjuni í Canterbury. Gevarin var Emma drotning, kona Knúts danakong mæta.

Minningardagur Bartals, 24. august, varð hildin í Fraklandi 700-árini og í Roma í 800- og 900-árunum. I 1568 var dagurin settur í rómverska kalenderen, sum er 24. august.

Navn Bartals er sett í samband við illgerðina bartalsmessunáttina í Fraklandi í 1572, tá 2000 protestantiskir hugenottar vórðu myrdir eftir boðum frá Katarinu av Medici (Blóðbrúdleypið í Paris).

Frá 800-árunum til 1955 mintust fólk í ymsum londum Bartal við eini midnáttargudstænastu. Tann býsantinska kirkjan minnist Bartal á translasjónsdegnum tann 25. august, men sjálvur minningardagurin, ið aloftast er deyðsdagurin, er 11. juni saman við tí halga Barnabasi.

Navn hansara er í Martyrologium Romanum.

(MYND)

Sum ápostul skal Bartolomeus hava verið víða um: í India, Mesopotamia, Lykaonia og Armenia, har hann doyði. Hann varð flettur livandi og síðan krossfestur við høvdinum niðureftir. Tí verður hann innan listaheimin ofta avmyndaður við knívi í hendi.