Skriva út
Sonja virkandi dómpróstur
04.12.2014 Tíðindi
Tað hoyrir tíðini til, at virkir og stovnar geva teimum starvandi góðar umstøður og møguleikan til styttri skeið og lestur. Eisini fólkakirkjan roynir at betra um fakligu og persónligu umstøður teirra, ið gera eina tænastu í kirkjuni.
Vit hava sett okkum sum mál at varpa ljós á týdningarmiklu tænastuna hjá kirkjuráðunum og kirkjunnar tænarum. Vónandi fáa vit innan alt ov langa tíð eina skipan, har reglulig skeið verða hildin fyri kirkjuráðslimum og tænarum.
Biskupur metir, at prestarnir hava rímilig kor og umstøður til at mennast persónliga og fakliga. Tað er upp til hin einstaka prestin at nýta skipanina, tí trivnaður er ein felags ábyrgd hjá tí einstaka prestinum og leiðslu kirkjunnar.
Á hesum sinni er tað Uni Næs dómpróstur, ið er farin í farloyvi. Hann hevur sett sær tann setning, at kanna hvønn leiklut átrúnaðurin hevur í almenna rúminum. Hvussu átrúnaðurin ávirkar samfelagið, og hvussu samfelagið ávirkar átrúnaðin.
Hesar komandi tríggjar mánaðirnar verður tað Sonja Klein, ið er virkandi dómpróstur. Sonja hevur drúgvar royndir sum sóknarprestur og hevur gjørt tænastu við Havnar kirkju / Dómkirkjuna síðani 1994.
Óneyðugt er at minna á, at fólkakirkjan eyðvitað tekur undir við javnstøðu, og at kvinnur hava sjálvsagdan rætt at virka í føroysku fólkakirkjuni.
Tá ið hetta verður nevnt er tað einans vegna tess, at hetta er fyrstu ferð í føroyskari kirkjusøgu, at ein kvinna er partur av leiðslu fólkakirkjunnar.
Sonja, vælkomin í leiðsluna hesar tríggjar mánaðirnar!
JF
Onnur tíðindi