Sonja segði farvæl í Nólsoy
“Tit nólsoyingar hava eitt serligt pláss í mínum hjarta”, nakað soleiðis segði Sonja Klein í samband við at hon hevði sína seinastu guðstænastu sum sóknarprestur í bygdini.
Sonja byrjaði í starvinum í Suðurstreymoyar eystar prestagjaldið í februar 1994 og er tískil ein av teimum prestunum, sum hava sitið longst í starvi í prestagjaldinum. Nólsoy er kirkjubygd burturav og tí hava ivaleyst øll í bygdini seinastu 25 árini hitt Sonju sum prest bæði í gleði og sorg.
Nólsoyingar hava verið glaðir fyri Sonju sum prest. Tí var løtan rørandi tá hon frá prædikustólinum takkaði teimum mongu nólsoyingum, sum vóru í kirkju, fyri hesi 25 árini.
Kirkjuráðið í Nólsoy hevði gjørt eitt sindur burturúr nú Sonja segði forvæl við kirkjuliðið. Boðið varð til morgunmat í Missiónshúsinum og væl av fólki kom saman at siga farvæl við prest.
Góða samstarvið millum prest og kirkjuráð og kirkjutænarar, var eitt av tí, sum kirkjuráðsformaðurin, Sune Hansen, kom inn á í sínari røðu undir morgunmatinum. Hann takkaði eisini Sonju fyri trúgva tænastu í bygdini. Sonja fekk handa gávu og blómutyssi frá kirkjuliðnum í Nólsoy.
Orð: LH
Myndir: Evy Tofteggard Nielsen