Sonja Klein 70 ár
Í dag 20. desember fyllir Sonja Klein fyrrverandi sóknarprestur í Havnar kirkju 70 ár.
Sonja var kandidatur í gudfrøði frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1980. Tey fyrstu árini eftir lesturin arbeiddi Sonja m.a. sum háskúlalærari í Haslev, har maðurin Holger Arnbjerg eisini var lærari. Eftir at Sonja og Holger fluttu til Føroya, var hon fyrst lærari á Føroya Fólkaháskúla, seinni arbeiddi hon eisini sum blaðkvinna á Dimmalætting.
Sonja var prestvígd í Havnar kirkju 27. juni í 1993. Sonja var eitt skifti prestur í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, áðrenn hon gjørdist sóknarprestur í Havnar kirkju, dómkirkjuni, 1. februar 1996. Tíðliga í heyst boðaði Sonja Klein frá, at hon fór at gevast í embætinum 31. desember í ár, eftir at hon var vorðin 70 ár.
Sonja hevur verið trúgv og íðin í tænastuni og fyrikomandi, og hon hevur dugað væl at vera ímillum menniskju sum prestur í gleði og í sorg. 14. november hevði Morgunsendingin í Kringvarpinum áhugaverda samrøðu við Sonju um tænastuna sum prestur hesi 26 árini.
Sonja hevur eisini verið góð at heita á sum prestur – eisini í tí sosiala og tí kristiliga arbeiðinum í prestagjaldinum. 1.s.í advent, 1. desember, hevði Sonja Klein seinastu gudstænastuna í Havnar kirkju í føstum embæti.
Myndirnar eru frá gudstænastuni 1.s.í advent.
Hjartaliga tillukku Sonja við sjeyti ára degnum við bestu ynskjum og Harrans signing.
Orð: UN
Myndir: J.Kr.Vang