Sólstøða mannahjartans
“Men tað hendi í teimum døgum”. Við hesum kendu orðum byrjar jólaevangeliið, sum nú um dagarnar verður lisið um allan heim á øllum tungumálum. Tað, ið eftir menniskjansligum mátistokki ikki kundi henda, hendi, tá ið Gud hin alvaldi kom okkum nær í einum hjálparleysum og neyðarsligum barni. Tað er henda stórhending, at Gud á serstakan hátt er komin til okkara og læt son sín verða bornan í heim, ið er grundarlagið undir kristnu jólahátíðini. Taka vit henda veruleika burtur, missa jólini sítt innihald, og vit gerast fátæk.
“Julen er kommet med solhverv for hjerterne bange”. Soleiðis tekur mæta sálmaskaldið Grundtvig til í einum av sínum kendu jólasálmum. Við jólunum eru vit ikki bara komin um stytsta dag, og nú fer so smátt aftur at ganga móti ljósari tíð, men jólini eru eisini sólstøða hjá tí einstaka mannahjartanum. Tí jólini bera tí einstaka menniskjanum boð um eitt umskifti og eina broyting, ið hava sína føstu og tryggu grund í fagnaðartíðindunum, ið á fyrsta sinni vórðu borin hirðunum á Betlehems fløtum: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”
Umskiftið og broytingin eru, at okkum er ein frelsari føddur. Ein frelsari, tað er ein, ið bjargar úr neyð. Hetta tekur óttan, myrkrið og vónloysið burtur og skapar í staðin frið, ljós og gleði. Tí kann skaldið av røttum siga: “Julen er kommet med solhverv for hjerterne bange”.
Grikski kirkjufaðirin, Athanasius (296-373), sigur einastaðni við jólaundrinum í huga: “Guds sonur gjørdist menniskja, so at vit kundu verða Gudi lík. Hann trein fram í manna líki, so at vit kundu hóma faðirin, sum eingin hevur sæð. Og hann toldi at verða vanvirdur, so at vit kundu arva ódeyðiligleika”.
Tað er av kærleika og miskunn síni, at Gud sendir son sín í heimin. Hetta er myndin, Jesu føðing jólanátt í fjósinum í Betlehem gevur okkum av Gudi, faðirinum: Gud er kærleiki. Til okkum neyðstøddu kemur Gud sjálvur í Jesusi Kristi við tí fyri eyga, at veita okkum hjálp og bjarging sína. Hansara hjálp og bjarging er henda, at lív okkara, ið er deyðamerkt, verður lyft upp og fær ævinleikans dám. Guds gáva í Jesusi Kristi til okkum menniskju jólanátt er fyrijáttanin um Guds dýrd, ið er ljós, lív og ódeyðiligleiki. Hetta er týdningurin av jólaboðskapinum “Tykkum er í dag ein frelsari føddur” og beinraknu orðingini hjá Athanasiusi “Guds sonur gjørdist menniskja, so at vit kundu verða Gudi lík”.
Tað er ein týskur jólasálmur eftir Paul Gerhardt, ið skaldið Hans Andrias Djurhuus hevur týtt. Her verður at enda sungið við vakra lagnum hjá tónakonginum Johann Sebastian Bach:
Í trúgv eg biði, at tú mær,
o, Harri, so vilt gera,
at eg í lívi mynd av tær
í hjartanum má bera.
So lat meg vera krubba tín,
verð tú í mær, o, Harri mín,
við tíni reinu gleði.
Gleðilig jól!
Orð: Meinhard Bjartalíð.
Kór Glyvra kirkju HER: