Skriva út
Sólrun og sálmarnir í Hoyvíkar kirkju
22.09.2014 Tíðindi
Nú verður farið undir aftur tiltakið "Miðvika í Hoyvíkar kirkju", sum hevur verið fyri nøkrum árum síðani. Kirkjuráðið í Hoyvík upplýsir, at ætlanin er at hava tiltakið eitt mikukvøld í hvørjum mánaði í vetur, og ymisk viðkomandi evni eru á skránni.
Fyrsta Miðvikan verður nú mikukvøldið 24. september kl. 19.30. Skaldið Sólrun Michelsen, sum eigur 8 sálmar í nýggja uppískoytinum til Sálmabókina, fer at hugleiða um hesar sálmar og teir verða eisini sungnir. Albert Pætursson spælir á urguna.
Aftaná verður kaffimunnur í kirkjukjallaranum, og tá hava fólk eisini høvi at seta Sólrun spurningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Onnur tíðindi