Skriva út

Sólrun: - Best er, tá fólk syngja orðini av hjarta

02.08.2019 Tíðindi
Sólrun sálmabók.jpg

”Var sálmaskaldið dulnevnt, so høvdu fleiri okkara knappliga sæð sálmarnar við nýggjum eygum, um vit soleiðis kundu lisið teir av nýggjum.

- Á henda hátt kundu vit vent aftur til tað, at sálmarnir kundu tænt teirra veruliga og upprunaliga endamáli, ístaðin fyri at freista til persónsdýrkan!”

Soleiðis segði danski kjakarin, sóknarpresturin og søgumaðurin Morten Skovsted í eini grein her á heimasíðuni 28. juni í ár.

Og hann legði aftrat í sama andadrátti:

- Hevði tað ikki verið meiri evangeliskt, um vit í 2019 mettu tann einstaka sálmin eftir, um hann var góður ella ringur – og um hann var t.d. evangeliskur, skaldsligur, viðkomandi, slitsterkur ella hóskandi til júst henda ávísa sunnudagin?

Hesar útsagnir hansara hava fingið eitt ávíst orðaskifti í gongd í donsku kirkjuni. Men óhugsandi er ikki, at hetta eisini kann føra til eitt orðaskifti her á landi.

Ein teirra sum hevur eina meining um hetta er Sólrun Michelsen, sum hevur skrivað fleiri sálmar, harav nakrir eru at finna í ískoytinum til Sálmabókina, sum kom út í 2013.

- Jú, hetta er avgjørt eitt áhugavert evni at hugsa um. Um eg skal taka støðu til tað, so má eg gera tað úr tveimum sjónarhornum, sum helst mótarbeiða hvørjum øðrum, sigur hon.

KENNA BARA SKALDIÐ
Sólrun Michelsen greiðir frá, at tá hon fær ein tekst upp í hondina, so hyggur hon fyrst og fremst eftir orðunum.

- Eg hyggi eftir, um hetta er vakurt, spennandi, øðrvísi, ella kanska tað als ikki fangar. Tað sama er við lagnum. Hetta geri eg, áðrenn eg hyggi hvør ið hevur yrkt, vísir hon á.

Sólrun hevur heilt frá barni av dámað sálmar, sangir og yrkingar og hevur lært seg fleiri tekstir uttanat, bara tí at henni dámdi hann so væl. Men harafturímóti minnist hon illa, hvør skaldið er.

- Ja, eg havi ofta møtt fólki, sum veit at siga alt tað, ið ein ávísur yrkjari ella skald hevur avrikað, - men tey duga ikki tekstirnar.

- Tá havi eg í sjálvverju hugsað, at um eg nakrantíð hevði skrivað okkurt, so hevði eg heldur viljað at fólk sang tað av hjarta, enn at tey vistu, at tað var eg sum átti orðini, sigur hon.

CURLING
Sum nevnt hevur Sólrun skrivað ein hóp av sálmum og sangum. Hon vísir í hesum sambandi á umstøðurnar hjá mongum yrkjarum, sum dáma væl at verða viðurkendir.

- Hetta, at hava avrikað okkurt. At tað, tú í tí stilla hevur sitið í loynikamarinum við, fær onkran fremmandan at koma til tín og siga takk fyri. Tað hitar, og tað gevur tær hug at halda áfram.

- So er tað hesin tankin, sum stingur seg upp: ”Hví skulu vit øll "curlast" ígjøgnum øll lívsins viðurskifti?” Eg haldi meg ikki hava havt hasa kensluna, at ein tekstur var meira verdur av tí at ein kendur persónur hevði skrivað hann. Antin er teksturin (ella lagið) verdur at lesa/syngja, ella er hann tað ikki., vísir Sólrun á.

Og hon leggur aftrat:

-  Harumframt má eg siga sum er, at mær dámar væl at fáa at vita yrkjara og sálmaskald sum eitt bonus, tá tú nú situr við bókini kortini, men fyri mær kundi hetta eins væl staðið aftast í bókini, sum undir sálmunum.

YMISKUR ÁHUGI
Morten Skovsted leggur dent á, at tað er ymiskt hvussu fólk meta um ein sálm. Summi lesa hann av søguligum áhuga; onnur av bókmentaligum áhuga, og onnur eftir tí kristiliga partinum í innihaldinum.

- Um tú lesur ein sálm við slíkum brillum, so hevur tað týdning hvør hevur skrivað hann, og hvør søga ella gudfrøðilig hugsan goymir seg í tíðini, tá sálmurin varð yrktur.

- Men um vit, sum kirkjulið brúka sálmarnar at syngja við í evangelisku boðanini, fyri at lovprísa Gudi ella fyri at biðja Heilaga andan um at opinbera seg, - ja, so er í roynd og veru fullkomiliga líkamikið, hvør hevur gjørt orðini og lagið, leggur Martin Skovsted dent á.

Sólrun Michelsen vísir á hetta sama, at munur er á, tá tú lesur sálmin av bókmentaligum ella søguligum áhuga og so, tá hann verður sungin til lovprísan.

- Har dugi eg heldur ikki at síggja hesa einsrættan sum jaliga, tí eg haldi ikki, at tað eina útilokar hitt. Prestur kann rokna við, at bæði sløgini av luttakarum sum oftast eru til staðar.

- Annars kundi man jú gjørt eina bók til lovsang til slík høvi, og latið sálmabókina verið, sum hon er, til vanliga gudstænastu!

(Hevur tú onkrar viðmerkingar til hetta evnið, ert tú vælkomin at senda tær til mín á snorribrend@yahoo.dk. Takk!)

Orð/mynd: Snorri Brend