Skriva út
Sóknarprestarnir á námsferð
09.04.2018 Tíðindi
Leygardagin 14. apríl 2018 fara allir teir føroysku sóknarprestarnir til Keypmannahavnar á námsferð. Komið verður heimaftur týskvøldið 17. apríl.
Námsferðin hevur tvinni endamál, eitt fakligt og eitt sosialt. Innan øll arbeiðsøki er tað vituligt, at tað sosiala i mongum førum hevur eins stóran týdning og tað fakliga. Tað er tað sosiala, ið ber tað fakliga, og tað er tað fakliga, ið gevur tí sosiala virðisgrundarlagið og síni sjálvsøgdu rættindi á einum arbeiðsplássi.
Tað fakliga
Tíggju ár eftir at fólkakirkjan fyrisitingarliga kom á føroyskar hendur, staðfestir undirritaði, at mangt vignast væl og annað framúr væl, hóast óloystar avbjóðingar í stakførum. Sóknarprestarnir gera saman við kirkjunnar tænarunum og kirkjuráðunum eitt gott arbeiði og útinna eina virðiliga tænastu. Ja, tað er ferð á fólkakirkjuni.
Tá ið tað er sagt, verður somuleiðis staðfest, at vit framhaldandi mega menna kirkjunnar virksemi. At standa í stað vegna vanahugsan er ein líðandi afturgongd. Vit mega fakliga grunda yvir og vita, nær og hví vit skulu standa í stað, og nær vit fara til gongu.
Eitt, ið kann mennast munandi í fólkakirkjuni, er tann gamla kristna tænastan, ið verður kallað diakoni. Okkara trúgv skal nema menniskju og hava menniskju í hásæti: Guð, trúgvin og tænastan.
Eyðvitað skulu vit framhaldandi prædika boðskapin um Jesus og ikki leggjast á boðini. Men, fólkakirkjuni tørvar ein diakonalan profil, ið setur tænastuna og umsorganina á breddan. Tíbetur gera mangir limir í fólkakirkjuni eitt stórt sjálvboðið arbeiði, ið ikki er skrásett. Tíbetur hava vit í Føroyum bæði Frelsunarherin, Bláa Kross og missiónina.
Námsferðin skal geva okkum innlit í tað virksemi, ið danska fólkakirkjan, kristin trúarsamfeløg og aðrir felagsskapir gera millum tey, ið fingu stórar avbjóðingar í lívinum og sosialt hava tað trupult.
Námsferðin skal kveikja hugin og skapa innlit. Námsferðin skal eggja okkum at koma burturúr smáligari hugsan og gera upp við jantelógina í føroyska samfelagnum. Jantelógin er kvalandi, og hon peikar altíð eftir persónunum og dvølur sjáldan við tað fakliga. Vit yppa mangan øksl og siga: Nú skal hon, ella nú skal hann, – tey skuldu heldur passa seg sjálvan.
Tað er ikki givið, at fólkakirkjan skal seta nakað nýtt á skinnaran. Men vit kunnu tilvitað koma inn á vøllin og taka eina hond í við teimum, ið frammanundan gera eitt megnar arbeiði. Tað er ikki neyðugt, at kirkjan gongur á odda, men vit eiga at vera við í mannsømiligum verki og átøkum.
Tað sosiala
Sóknarprestarnir eru spjaddir runt landið, og hvør sóknarprestur er ein sjálvstøðug eind. Tess vegna mega vit røkja felagsskapin á ein serligan hátt, so vit bæði vita um og vita av hvør øðrum.
Sóknarprestarnir fevna harafturat ta hugsjónarligu breidd, ið er í samfelagnum. Tvey tey seinastu árini hava vit arbeitt við og ment hugsanina, at prestarnir eru eitt toymi, hóast frávíkjandi sjónarmið eru og hómast.
Undirritaði metir, at vit framhaldandi eiga at menna kynstrið at vera saman og standa saman um kirkjuna og samstundis loyva hvør øðrum eitt ávíst fakligt rásarúm innanfyri fólkakirkjunar trúarjáttan, ið er grundfest í Bíbliuni og játtanarritum fólkakirkjunnar. Harafturat eru sóknarprestarnir embætismenn, og eisini her eru bond, ið binda og leiðreglur, ið skulu fylgjast.
Tað er rúmsátt, hóast vit hava eitt evstamark, ið vit mega halda okkum innanfyri. At meta um ella royna at áseta hetta markið er biskupsins lutur sum eftirlitsmyndugleiki.
Sum við øllum skal innanhýsis trivnaður røkjast. Tað, ið ikki verður røkt, fellur í órøkt. Tess vegna fara allir sóknarprestarnir á námsferð saman við dómpróstinum og biskupi. Uni Næs hevur lagt ferðina til rættis og verður ferðaleiðari.
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Onnur tíðindi