Skriva út

SÓKNARPRESTAR Á FERÐ

31.05.2016 Tíðindi
SÓKNARPRESTAR Á FERÐ

HUGALIGT AT SITA Í BUSSI SAMAN VIÐ SÓKNARPRESTUM LANDSINS OG SYNGJA FELAGSSANG VIÐ ÚTSÝNI YVIR VÍDDIR ÍSLANDS. EIN FERÐ BÆÐI Á LANDI OG Í ANDA.

DERHARD JÓGVANSSON, MAI 2016

Næstsíðsta fríggjadag sótu mestsum allir sóknarprestar landsins í flogfari hjá Atlantic ávegis til Íslandi. Talan var um eina ferð til arbeiði, íblástur og eitt sindur av hugna. Tað var hugnaligt at sita saman við starvsfeløgunum og helt onkur ferðandi í skemti fyri, at nú mundu vit vera í góðum hondum, tá ið so nógvir prestar vóru við.

Komin til Reykjavíkar fóru vit beina leið til biskupsstovuna eftir at hava fingið kamar á hotellinum Klöpp. Har vórðu vit væl móttikin og fingu ein bita, áðrenn fyrilestur var um Íslendsku kirkjuna og viðurskifti hennara. Hetta gav tilfar til at hugsa um, tá ið samanberast skal við Føroysku fólkakirkjuna og viðurskifti okkara.

Frá biskupsstovuni gekk leiðin til Havnarfjarðar kirkju, har greitt varð frá hesi kirkju og sera vøkru uppíbyggingini. Tað var nógv at síggja og varð greitt væl frá øllum tí, ið var at síggja, áðrenn farið varð til borðs saman við íslendsku vertunum til ein sera góðan nátturðabita.

Leygardagin var fakligur fundur fyrstur á skránni, áðrenn prestafylgið fór á vitjan í Dómkirkjuni í Reykjavík. Karl Sigurbjørnsson, fyrrverandi biskupur, kunnaði um kirkjuna og kirkjulívið í Íslandi fyrr og nú. Lívgandi at hoyra ein mann við slíkum royndum luta til okkara úr skjáttu síni.

Tað hoyrir mestsum til ein túr í Íslandi at fara til Bláa Lónið. Hetta fingu sóknarprestarnir eisini loyvi til. Veðrið var av tí allar besta. Sólin skein og stilt var. Hetta upplivilsið var gevandi bæði fyri likam, sál og anda. Tikið var samanum dagin við einari hugnaligari løtu um nátturðaborðið.
Sunnumorgunin klokkan 11.00 var sjálvsagt farið í kirkju. Gudstænasta var í Hallgrímskirkjuni og møttu vit í góðari tíð, soleiðis at møguleiki var at síggja henda stásiliga halgidóm. At trína inn í kirkjuskipið, so opið og rúmligt, var ein andalig uppliving í sjálvum sær. Ein kensla av Guds stórleika í mun til menniskjans lítilleika. Tað var ein góð gudstænasta, har føroyska fylgið varð nevnt í prædikuni.

Síðani var talan um ein longri busstúr til Tingvalla, Geysir, Gulfossar og at enda Skálhots skúla. Tað er einki at ivast í, at vit vóru sera væl móttikin allar staðir, har vit komu. Her var ikki bert talan um vanligan fólkaskikk, men hjartalig gleði um føroysku vitjanina. Tað var rørandi at hoyra takkarorð frá vertunum og hvussu inniliga tey ynsktu okkum aftur á vitjan og í arbeiðsørindum.
Túrurin í Íslandi var sera gevandi og lærandi. Einki at ivast í, at hesin íblástur enn situr eftir og fer hann óivað at verða gevandi fyri bæði sóknarprestarnar og fólkakirkjuna sum heild.