Skriva út
Sørvingar fáa nú sítt kirkjuhús
20.12.2014 Tíðindi
Nú verður farið undir byggingina av einum nýggjum kirkjuhúsi, sum verður nærmasti granni til 128 ára gomlu kirkjuna í Sørvági.
Herfyri var lisitasjón hildin yvir byggiarbeiðið, og var byggifyritøkan Articon bíligast í innbodnu lisitasjónini.
Articon kann byggja húsið, sum á myndini er víst í reyðum sirkli, fyri 4,4 milliónir krónur.
- Tey ætla at byrja arbeiðið nú, og vera liðug í august komandi ár. So nú byrjar tað at gerast spennandi, sigur Torkil Haraldsen, formaður í kirkjuráðnum í Sørvági í samrøðu við Portal.fo.
100 FÓLK
Tað er ein gamal dreymur, sum nú gerst veruleiki fyri kirkjuliði í Sørvági.
Kirkjan er oftani ov lítil, og tí hevur leingi verið ynskið um at byggja eitt hús nær við, at stuðla upp undir kirkjuliga arbeiðið.
Tá tað eydnaðist at fáa hendur á einum byggibúnum grundøki millum kirkjuna og ánna, kundi kirkjuráðið fara undir veruligu byggiætlanirnar.
Kontrast arkitektar hava teknað nýggja kirkjuhúsið og staðið fyri útbjóðingini. Í húsinum verður pláss fyri 100 fólkum.
Ætlanin er, at húsið skal brúkast til øll møgulig kirkjulig endamál so sum konfirmantundirvísing fyrilestrar, konsertir og ervi.
- Vanligar sunnudagar er kirkjan nóg stór, men til stórar jarðarferðir og til høgtíðsgudstænastur, fyllist kirkjan skjótt.
- Tá verður gott at hava ein sal tætt við, har fólk kunnu sita turr og heit, og møguliga fylgja við umvegis stórskíggja, hvat fer fram í kirkjuni, sigur Torkil Haraldsen.
Møguleikin verður sjálvandi eisini at hava sunnudagsskúla her, samstundis sum gudstænasta er, eins og í nógvum øðrum kirkjum í landinum.
Nevnast kann, at herfyri kundu strandingar eisini taka í brúk eitt líknandi kirkjuhús.
Aðrastaðni eru ætlanir um tað sama.
Eftir Snorra Brend
Onnur tíðindi