Skriva út

Søldarfjørður: - Vit eru sum ein stór familja

05.04.2023 Tíðindi
20 Hovuds

- Bønhúsið í Søldarfirði, alt virksemið sum er her, og fólkini í meinigheitini, eru ein partur av mær, staðfestir søldfirðingurin, Hans Erik Hansen, sum er formaður í stýrinum.

Søldarfjørður – seinna greinin: - Ja, hóast vit eru ein sprøklut forsamling, við nógvum ymiskum meiningum og serheitum, so eru vit á mangan hátt sum ein stór familja.
Hans Erik greiðir víðari frá, at hann hevur sjálvur havt sína gongd í húsinum meira ella minni síðani hann var barn.
Hann lesur haraftrat ofta lestur sunnu- ella halgidagar, tá deknagudstænasta er, og tá hann er heima.
Bønhúsið liggur mitt í bygdini, og heilt út til alfaraveg og teir 1000-tals bilarnar, sum hvønn einasta dag koyra framvið her.
Mong hugsa helst ikki stórvegis yvir, hvat hetta er fyri hús. Men gáa tey væl eftir síðuni, ið vendir inn eftir Skálafjørðinum, verður sligið fast við einum skelti, at hetta ikki er eitt vanligt hús, men eitt bønhús.


Bønhúsið verður brúkt bæði sum kirkja og møtisalur

Um onkur ikki visti tað, so er hetta bønhúsið karmur um eitt andaligt arbeiði millum søldfirðingar, og hevur haraftrat stóran týdning fyri samanhaldið í bygdini.
Men fyrst og fremst er tað staðið, har Guds orð verður boðað, soleiðis sum tað var skrivað og sligið fast í endamálsorðingini frá 1936, - at ein her skal luttaka í arbeiðinum at breiða Guds ríki út, og styrkja samfelagslívið her á kirkjuligari grund.
Og tað er ikki ein lítil uppgáva!

Føroysk kirkjusøga
Hyggja vit í týdningarmestu kelduna fyri kristnu trúnna, Bíbliuna, síggja vit, at bønhús her verður brúkt sum eitt annað heiti fyri eitt gudshús.
Fara vit so til okkara egnu oyggjar, eru bønhús ikki eitt nýtt fyribrigdi her. Bæði í miðøldini og í katólskari tíð, hava fleiri slík bønhús verið kring oyggjarnar, helst tí at vegurin til kirkjuna, sum tey annars hoyrdu undir, var ov drúgvur.


Uttan eitt gott grundarlag á kristnari grund, ber ikki til at reka eitt andaligt arbeiði

Hin 27. november í 1966, sum var 1. sunnudagur í advent, var føroysk kirkjusøga skrivað, tá Bønhúsið í Øravík varð vígt. Umframt tað at hetta var tað fyrsta av sínum slagi, so er hetta haraftrat einasta bønhúsið, sum er bygt í Føroyum eftir trúbótina.
Leggjast kann aftrat, at seinni eru eisini gamli skúlin á Hellunum, skúlin í Funningsfirði og missiónshúsið her í Søldarfirði gjørd um til bønhús.
Nevnast má eisini, at mangastaðni lá ein kirkjugarður kring bønhúsið. Nakrir av hesum hava, kanska einamest í serstøkum førum, verið brúktir, eisini eftir at bønhúsini vóru niðurløgd.

Til samfelagið
Síðani missiónshúsið her í Søldarfirði var bygt, og seinni gjørdist Bønhúsið ”Betel” hevur nógv ymiskt virksemi verið í húsinum.
Eins og í so mongum øðrum samkomuhúsum hevur arbeiðið alla tíðina verið borið av sjálvbodnum kreftum. Av tí sama hevur virksemið í húsinum verið myndað av tí.
Regluligu tiltøkini í húsinum í dag eru gudstænasta sunnumorgun, og onkutíð eisini ein barnavinarlig gudstænasta, eins og høvuðsmyndin gevur eina greiða mynd av, og sjómanskvinnuringur mánakvøld, eins og missiónsvika verður hildin, eins og greitt var frá í fyrru greinini.
Tó skal leggjast aftrat, at fólk eru í húsinum mestsum hvønn dag fyri tíðina, í sambandi við dagføringina av tí.
Sum nevnt var í fyrru greinini, stendur í endamálsorðingini, at húsið millum annað er bygt við samfelagnum í huga. Ella, sum tað beinleiðis verður sagt, at tað er ”at afgive Hjemstedet et udgangspunkt for Guds Riges udbredelse og Styrkelsen af Samfundslivet paa Folkekirkelig Grund”.
- Tað er nokk so nógv hetta, sum eg haldi eyðkennir alt tað, sum hendir í húsinum. Haraftrat má eg siga, at fólk eru góð við húsið - og við hvørt annað, vísir Hans Erik á.


Sálmanumrini klár at hanga upp, tá gudstænasta er

Pep-talk og samanhald
Eitt dømi um hetta samanhaldið nevnir hann, at eftir gudstænastuna sunnumorgun bjóða tey ein kaffimunn. Tað vísti seg so, at eftir gudstænastuna stóðu fólk vanliga í gongini og prátaðu eina løtu.
Tá kom onkur við uppskotinum, um tey ikki skuldu hava kirkjukaffi eina ferð um mánaðin, tí fólk steðgaðu kortini eina løtu til eitt prát.
- Tað byrjaði so, og hevur síðani bara vundið uppá seg, soleiðis at tað nú er mestsum hvønn sunnudag, greiðir Hans Erik Hansen frá.
Og hann leggur aftrat:
- Sjálvur haldi eg, at tað er gott, at gudstænastan eisini kann vera samanhald, og ikki bert eitt pep-talk eina ferð um vikuna.

Frá barnsbeini
Sum ein góður endi til hesar báðar greinarnar um bønhúsið í Søldarfirði, eigur at vera nevnt, at húsið hevur havt týdning fyri mong menniskju úr bygdini og grannabygdini.
Eitt dømi um hetta er ein kvinna, sum er av Skipanesi, men býr í Søldarfirði, og hevur altíð gingið í missiónshúsinum, heilt frá tí at hon var barn og ger tað enn.


Er eingin at spæla til sálmasangin, verður farið yvir til ta talgildu loysnina, sum eisini er roynd í øðrum kirkjum

- Eg eri altíð komin í missiónshúsið saman við mínum foreldrum, og sum tíggju ára gomul gekk eg eisini í sunnudagsskúla. Tá byrjaðu Clara og Hans Erik at halda sunnudagsskúla.
- Eg eri annars so líðandi komin inn í arbeiðið í missiónshúsinum, og byrjaði í sjeytiárunum at halda møtir. Síðan havi eg hjálpt forsangarunum, tá vit ikki hava havt organist, greiðir hon frá.
Ein annar søldfirðingur, sum í dag býr aðrastaðni, vísir á, at Bønhúsið hevur tveir týdningar í bygdini: Eitt er at upprætta andaliga samfelagið, og hin er ikki minst tann sosiali týdningurin.


Eitt einfalt altar, men við einum púra greiðum boðskapi: ”Meistarin er her og kallar á teg”

- Húsið hevur sera stóran sosialan týdning fyri bygdina. Ja, her í bønhúsinum eri eg á heilagari grund, sigur hann.

 - - -

Fyrra greinin ”Orðið skal boðast fyri bygdarfólkinum” stóð at lesa her 1. apríl. Hon kann lesast her.

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)