Skriva út

Søkja eftir presti – Kbh.

20.01.2016 Tíðindi
Søkja eftir presti – Kbh.

Nú verður søkt eftir presti til tað føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, Sankta Ólavs kirkjulið. Tað er Kirkjumálaráðið, ið hevur lýst embætið leyst, og umsóknarfreistin gongur út 8. februar 2016.

Hetta embætið er eitt danskt málsøki burturav. Biskupur í Keypmannahavn hevur umsjón við embætinum. Hóast málsøkið er danskt, fær embætið ein føroyskan profil. Sagt verður í lýsingini, at komandi sóknarpresturin skal kunna tosa á føroyskum.

Sæð úr kirkjunnar heimliga umhvørvi fegnast vit um, at komandi – eins og undanfarnu – sóknarpresturin skal vera til gagns og gleði fyri føroyingar í Keypmannahavn og tey, ið søkja sær heilsubót á sjúkrahúsunum í høvuðsstaðnum.

Bergur Jacobsen, ið hevur røkt tænastuna sum sóknarprestur hjá Sankta Ólavs kirkjuliðið tey seinastu 20 árini, legði frá sær 2. jóladag í fjør. Í bóklinginum “Sankta Ólavs kirkjulið 100 ár” er ein vøkur heilsan borin Bergi og konuni Valerie fyri trúgva og drúgva tænastu. Eisini hiðani úr Føroyum takka vit fyri leiklut teirra millum landsmenn okkara í útisetu.

Víst verður til leinkjuna á heimasíðuni hjá Kirkeministeriet, har áhuga kunnu lesa nærri um embætið her.

 

JF.