Skriva út

Søgulig mynd

10.05.2014 Tíðindi
Søgulig mynd

Hesa vikuna hava sóknarprestarnir verið á skeiði. Evnið var leiðsla í ymiskum rúmum. Serliga vóru hugtøkini “magt” og “kraft” lýst og greinað. Hugtøkini sipa ávikavist til myndugleikan í lóg og reglugerð mótvegis tí persónligu kraft, ið vit megna at nýta í fakligum yrki.

Skeiðið var skyldubundið, og allir sóknarprestarnir møttu. Skeiðið var fakliga gevandi og gagnligt fyri tað sosiala og persónliga samskiftið.

Hildið verður, at hetta var fyrstu ferð tey seinastu nógvu tíggju árini, at allir sóknarprestarnir vóru undir sama taki. Soleiðis sæð vóru dagarnir søguligir.

Skrivarin hjá biskupi, Andrea Nedergaard-Hansen skrivstovufulltrúi, fangaði ta søguliga og skipaði so fyri, at ein felags mynd varð tikin við høvuðsinngongdina í Biskupsgarð.

Orð: JF
Mynd: ANH