Skriva út

Smákonfirmantar: Tey møta so trúliga upp

02.11.2017 Tíðindi
Smákonfirmantar: Tey møta so trúliga upp

- Vit hava sjálvandi sunnudagsskúlar kring landið, og sum so avgjørt geva nakað til børnini. Men eg helt tað vera fínt, at prestur sjálvur hevði smákonfirmantar. Hetta er eitt sera gott høvi hjá presti at fáa samband við børnini.
Tað sigur Emil Olsen, sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og sum seinastu seks árini hevur havt smákonfirmantar fyri børn í 3. og 4. flokki – ein tíma um vikuna á Eiði og ein tíma um vikuna við Norðskála.
Í hesi undirvísingini hevur hann lært børnini um tey ymisku tingini í kirkjuni, kirkjubygningin, altarbúnaðin, hvussu klæðini hjá prestinum eita, hvørjar litir hann brúkar og annað, umframt nakað av bíbliusøgu og sálmum.
- Eg haldi, at tað er bara gott at kirkjan, eisini gjøgnum prestin, hevur samband við børnini. Hvussu tað fer at bera ávøkst seinni, tað veit eg ikki, men ætlanin við hesum er í øllum førum hon, at tey gerast meiri kend við kirkjuna, sigur Emil Olsen.
Og hann leggur aftrat:
- Eg royni at halda meg til tað, sum eg haldi, at tey ikki læra so nógv um í skúlanum í hesum aldursbólkinum, og so spæla vit eisini sjónleik. Tað er bara nakað, sum eg finni uppá tá.
- Eg vil avgjørt halda, at børnunum dámar væl at koma til hesa undirvísingina. Eg kann so bara staðfesta, at uppmøtingin yvirhøvur hevur verið góð.

FORSKÚLI TIL KONFIRMASJÓNINA
Hetta við smákonfirmantum – ella minikonfirmantum, sum onkur nevnir teir – er eitt vælkent fyribrigdi í Danmark, har nógvar kirkjur hava hetta tilboðið til børnini.
Sjálvur byrjaði Emil við hesum í 2012, tí hann helt tað vera hugaligt at fara í holt við hetta. Men hann visti tó eisini tað, at onkur helst vildi hildið, at tað var óneyðugt við slíkum her á landi, tí vit hava so góða kristniundirvísing í skúlunum.
- Men, sigur Emil, - tað er ikki sum fyrr, tá ið tað var beinleiðis dópsundirvísing í skúlunum. Vit mugu heldur ikki gloyma sunnudagsskúlarnar sum geva nakað, men eg helt eisini tað vera gott, at presturin sjálvur hevði smákonfirmantar, greiðir Emil frá.
Tilboðið við smákonfirmantum er ikki tvungið, men er at meta sum eitt tilboð til børn í 3. og 4. flokki, sum hittast til hesa undirvísingina frá páskum og nakað fram. Tey møta uttanfyri vanliga skúlatíð, í mun til ta vanligu konfirmantundirvísingina, sum ofta er í skúlatíð.
- Jú, tað er spennandi at undirvísa hesum børnunum, tí hetta er ein aldursbólkur, sum tystir eftir vitan, og vil fegin hoyra og læra meiri. So tú kanst siga, at hetta er eitt slag av forskúla til ta veruligu konfirmatiónina, sigur Emil.

SKJÓT SVAR
Emil hevur fyri tað mesta verið einsamallur um smákonfirmantarnar, síðan hann byrjaði við tí. Í 2015 samstarvaði hann tó við Bergtórur Bjarkhamar í Hvalvík, sum tað árið eisini hevði smákonfirmantar í sínum øki.
Av tí at hann hevur verið einsamallur um undirvísingina, so hevur hann sjálvur funnið tilfarið og útbygt hana ár undan ári.
- Enn hava ikki nakað tilfar til smákonfirmantar á føroyskum. So eg má bara útbyggja tað sjálvur, greiðir hann frá.
Undirvísingin endar fram móti summarsteðginum við eini barnagudstænastu. Ætlanin var at hava eina slíka í Eiðis kirkju í ár, men tey avgjørdu ístaðin at møtast í prestagarðinum á Eiði.
Hinvegin skipaðu tey fyri einari barnagudstænastu við Norðskála, har tey sungu tveir sálmar, sum tey høvdu lært, og so svaraðu tey nøkrum spurningum sum Emil setti teimum.
- Tað, sum var stuttligt við tí var, at tað var nærum sum at vera til eina spurnarkapping, har tað ráddi um at vera fyrstur við svarinum. Ja, tey vóru so spent, at tey lupu upp og svaraðu, í roynd og veru áðrenn eg var liðugur at seta spurningin, sigur Emil við einum brosi.

Orð: Snorri Brend
Mynd: trubodin.fo

Sí myndir: