Skriva út
Sleppa nú aftur í eina nærum nýggja kirkju
12.10.2018 Tíðindi
VIÐ NORÐSKÁLA: Tað verður nærum ein nýggj kirkja, sum fólk í økinum kring Norðskála sleppa í seinast í hesum mánaðinum.
26. februar í ár var farið undir eina rættiliga umfatandi umvæling av kirkjuni við Norðskála, sum varð vígd í 1932.
Hesi árini er kirkjan regluliga vorðin umvæld og útbygd. Men hesaferð var farið til verka av álvara, har ein umvælir kirkjuna gjøgnumgrípandi og so at siga inn á bein.
- Ja, ein kann helst lýsa tað soleiðis, at vit í mangar mátar endurnýggja kirkjuskipið og bakrúmini fullkomiliga, sigur Helgi Johannesen, sum er ein av monnunum handan Byggivirkið KBH á Toftum, og sum hava arbeiðið um hendi.
Arbeiðið hjá KBH hevur gingið væl, og nú er dagur settur á, nær kirkjan verður endurvígd. Tað verður sunnudagin 28. oktober kl. 11, tá Jógvan Fríðriksson, biskupur fer at prædika.
Nevnast kann, at klokkan 18 sama dag verður messa í kirkjuni.
SAMI LITUR
Tey sum fara í Norðskála kirkju tann 28. oktober, og í framtíðini, fáa sjón fyri søgn um, at her er vorðið arbeitt við umhugsni og dygd.
Talan er í roynd og veru um eina umvæling, har allir veggirnir og loftið eru bjálvað. Nýtt gólv er eisini lagt á alla kirkjuna, og uppi á loftinum, har sunnudagsskúlin verður hildin, er gjørd ein rýmingarleið.
Teir hjá KBH hava somuleiðis lagt seg eftir, at kirkjurúmið skal vera meiri einlitt – ja, í roynd og veru stílfult.
Frammanundan var tað nógva klætt við timbri, sum ikki hevði sama lit. Nú fær kirkjurúmið eina aðra útsjónd, við tað at tað bogaða hválvið er klætt við gipsi, og síðani málað við sama liti.
Umframt hetta er kórsgáttin tikin burtur, so kirkjan verður meiri vinarlig fyri fólk við rørslutarni.
– Ja, tað eru so nógvar og umfatandi umvælingar gjørdar, at vit kunnu næstan siga, at tað er ein nýggj kirkja, vit fara til gudstænastu í tann 28. oktober, upplýsir Lena Dam, forkvinna í kirkjuráðnum fyri Trúboðanum.
100 ÁRA GAMALT YNSKI
Tað eru sløk 100 ár síðani at byrjað var at tosa um at Norðskáli og grannabygdirnar áttu at havt eina kirkju.
Í 1927 var ein bygginevnd vald, og tvey ár seinni sendu nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri eina umbøn til Løgtingið um at fáa studning til kirkjuna.
2. desember í 1930 varð grundarsteinurin lagdur av próstinum Jákupi Dahl, og bert 13 mánaðir seinni – 10. januar 1932 – vígdi sami próstur kirkjuna.
Nú er so ein størri og gjøgnumgrípandi umvæling skjótt liðug. Hetta merkir samstundis, at hvørki kirkjugongd ella sunnudagsskúli hava verið í kirkjuni hesa tíðina.
Hesar kirkjuligu tænasturnar hava ístaðin verið fluttar í gamla skúlan á Oyri.
Orð: Snorri Brend
Mynd: trubodin.fo
Onnur tíðindi