Skriva út
Skúvoy: Jesus er millum okkum – hóast vit eru fá
13.09.2018 Tíðindi
(BYGDARKIRKJAN 4): Tá talan er um smærri kirkjur og samkomur sum møtast í einum andaligum samanhangi, verður ofta víst til orðini hjá Jesusi í Matteusi kapittul 18.
Í 20. ørindi vísir Jesus nevniliga lærusveinum sínum á týdningin av at koma saman. Hann sigur við teir: ”Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra”.
Hesin tankin – at koma saman um Jesus í kirkju, samkomu ella aðrastaðni, og óansæð hvussu mong ella fá tey eru – hevur verið grundtankin í hesin stuttu greinarøðini um týdningin av bygdarkirkjunum. Við hesum greinum er lýstur tann týdning, tað hevur at fólk á útoyggj somuleiðis kunnu koma saman í ein andaligan felagsskap í teirra kirkju.
Ein teirra sum er sera upptikin av hesum týdningi er Inga Tórarenni, sum býr í Skúvoy. Hon hevur áður lýst, hvussu stórt hon sær tað at kunna koma saman regluliga til gudstænastu í teirri lokalu kirkjuni – Skúvoyar kirkju.
At hon, og ættarlið undan henni hava raðfest hetta sunnudag eftir sunnudag, kemur ikki av ongum. Tað hevur sjálvandi sína orsøk:
- Fólk á útoyggj hava altíð sett sítt álit á Gud í øllum lívsins viðurskiftum. Fóru vit til bjargar, ella menn fóru til útróðrar, ella bara í tí dagliga lívinum, - ja, so varð alt lagt í Guds hendur.
- Vit vita – og teir gomlu vistu – at Gud heldur hond sína yvir teimum, sum líta á hann. Ja, soleiðis fóru teir altso avstað til dagsins gerning, vísir Inga Tórarenni frá.
5 ELLA 10.000?
Í dag eru tað tey sum seta spurnartekin við alt tað sum eitur andaligt og tað sum er heilagt. Men fyri fólk á útoyggj er eingin ivi um, at tað er EIN ið øllum ræður.
Hetta veit Inga eisini, og tí sigur hon tað so vísiliga og uppá sín máta:
- Ja, hvar vóru vit, um vit bara høvdu Allah ella Budda at líta á? Tað hevði snøgt sagt ikki borið til í mínum hugaheimi, sigur Inga.
Og hon leggur í sama andadrátti aftrat:
- Várharra sigur ikki, at vit skulu vera 5 ella 10.000, tá vit koma saman. Hann sigur, at har bara tvey ella trý koma saman, har er hann mitt ímillum teirra. Og tað er júst hetta sum er eyðkenni fyri okkum her úti í Skúvoy.
- Vit eru ikki nógv, men trúgv okkara er ikki minni enn tann hjá teimum, sum eru 200, 300 ella 500 í einari samkomu ella kirkju!
GUDI VERDUGT
Í fyrstu greinini í hesi røðini var tosað um støðuna í Danmark, har nógvar at kirkjunum, bæði í Keypmannahavn og úti á landinum, eru í vanda fyri at lata aftur, orsakað av ov fáum kirkjugangarum.
Í Føroyum tosar eingin um at lata kirkjur aftur, hóast tað ikki eru gudstænastur í øllum kirkjum hvønn einasta sunnu- og halgidag.
Fyri Ingu í Skúvoy hevði hetta verið púra óhugsandi í heimbygd hennara:
- At niðurleggja eina kirkju er í mínum hugaheimi púra óhugsandi. Eg eri bangin fyri, at varð hetta gjørt, so fara kirkjurnar at verða brúktar til alt møguligt annað, sum slett ikki er Gudi verdugt.
- Kirkjan er signað til Guds ríkis arbeiði. Ikki til alt møguligt annað. At niðurleggja kirkjurnar er byrjanin til avkristnan av Føroyum, og tað hevði verið syndarligt, sigur Inga Tórarenni avgjørd á málinum.
Orð: Snorri Brend
(Hetta er fjórða – og eftir ætlan næstseinasta greinin í røðini um týdningin av at varðveita bygdarkirkjurnar. Hinar greinarnar hava staðið her á heimasíðuni 13. august, 16. august og 31. august.)
Onnur tíðindi