Skriva út

Skunda tær spakuliga

03.12.2018 Tíðindi
Skunda tær spakuliga

Jarðamøðurnar hava verið í verkfalli. Fleiri fyltust við ampa og stúran, tí hvussu skuldi nú fara at ganga við kvinnunum, sum fullar undir hendur bíðaðu eftir teirra børnum? Men stúran og ótti hvurvu, tá so nýfødda barnið kom… og gleðin føddist.

Vit eru í advent og bíða tí eftir lítlum barni, sum skal føðast í okkara hjørtum. Fyri mongum árum síðani føddi Maria lítla barnið, sum kom samstundis sum fólkateljing fór fram, har øll úr Dávids ætt og húsi skuldu verða skrivaði upp. Keisarin vildi nevniliga telja, hvussu mong búðu í ríkinum, og hvussu nógvan skatt hann kundi vænta sær at fáa.

Ikki var tað nakað marglæti yvir føðingini: ongar jarðamøður, rein handklæði ella heilivágur, men eitt fjós, og ongin vøgga ella mjúk song, men hoyggj í krubbuni, har djórini ótu. Lítla dreingjabarnið fekk serstaka vitjan á ”føðideildini” í fjósinum. Hirðar komu at tilbiðja, einglar sungu og vísir menn gingu aftaná bjartari stjørnu og komu innar í fjósið við virðismiklum gávum. Gávur, sum ikki vóru startpakkar til nýføðing, men gávur, sum høvdu meining og týdning og varpaðu ljós á, hvat hetta lítla dreingjabarnið fór at gera sítt foldarlív.

Orð skapa tað, tey siga. Við góðum orðum kann land byggjast, og við ljótum orðum kanst tú leggja menniskju í oyði. Lítla barnið kom ikki við svørði ella gulli, men hansara ríki var við tí góða orðinum. Hann var ikki komin at hótta ella tvinga nakran til nakað, men við sínum lívi at vera fyridømi og vísa, hvussu eitt satt mannalív kann livast.

Menniskjuni høvdu torført við at koma til sættis við henda boðskap, so langa fríggjadag drópu menniskju ímyndina av kærleikanum. Men kærleikin var sterkari enn krossurin og grøvin og sigraði. Hóast tað, so leita vit. So er eitt nýtt rák her, og annað rák har. So fara vit til hetta skeiðið at anda rætt og handan fyrilesturin, sum sigur okkum, hvussu vit fanga lukkuna og verða eydnusom.
 
Vit megna bert at hava ein black friday og ein langan leygardag. Tí í staðin fyri at standa við tómum hondum og sansa nakað annað, so fáa vit eitt kick av at keypa og ongantíð betri, um vit øll fara av húsum og skræða toy og sjónvarp til okkum, tí kanska verði eg ein glaðari mamma av tí ella ein meiri nøgdur pápi? Og vit sammeta okkum, tí tað kunnu vit í dag, har alt er gjøgnumskygt.

Og aftur í ár verður sagt, at fólk eru so strongd og óglað og kenna tað, sum eru tey hamstrarar í einum búri, sum bara renna og renna.

Meira vil hava meira, og materialisman gevur ongantíð eina fullgóða mettu.

Ting taka tíð… Lat adventina vera sum longu barsburðatíðina. Tak tað róligt. Hvør í sínum lagi. Gáa eftir og hugsa stórar tankar í adventini. Liva minimalistiskt og spartanskt adventsdagarnar… Lat ikki alt eksplodera síðst í november, men bíða við jólatræi og ljósi og prýði… Merk hugnan og litirnar. Far oman í býin við børnunum og vel eitt jólatræ, knossast og baksa við at fáa tað heim og set tað upp.

Sig oftari ”gott er” ella ”tað gongur nokk”. Vit eru bara menniskju, sum hava eina iPhone til tann næsta kemur ella fara til Maldivurnar til annað hipt stað verður in ella eta avokado og pinjukjarnir til onnur heilsuráð koma, tí vit fara fram eftir fummum og gloyma, at tað, sum hevur størst virði, er nakað sum vit fáa. Vit hava brúk fyri søguni um stóra kærleikan, náði og miskunn, og finnur gleðiboðskapurin sær veg tvørturum steiktar dunnur og skíggjar, so føðist gleðin.

Góða advent!