Skriva út

Skulu vit eiga búgv, mega vit eiga trúgv

22.10.2015 Tíðindi
Skulu vit eiga búgv, 
mega vit eiga trúgv

Hugleiðingar í sambandi við, at Bíggjar kirkja hevur havt 150 ára vígsluhald og Skála kirkja 75 ára vígsluhald

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Í øldir hevur staðið her
Guðs kirkja, náðilonin,
sum vígd til halgan anda er,
Guð faðir og Guð sonin;
her hoyra vit tað gleðiorð,
sum býður okkum barnakor
og frelsu av Guðs náði.


— Niclas Mikkelsen 1983


Siður er her á landi at minnast kirkjur okkara á serstakan hátt tá tær fara um eitthvørt aldurshorn – tað veri seg fimmti ár, sjútifimm, hundrað, hundrað og fimmti ár o.s.fr.
Og tað er ein góður tanki at hava hátíðargudstænstur í hesum sambandi, tí tá minnast vit ikki bert kirkjuhúsið sjálvt, sum grundað er á halgan botn, men minnast øll tey mongu, sum undan okkum trúliga gingu kirkjugøtuna – sunnudag eftir sunnudag, tað veri seg til deknagudstænastu ella tá prestur prædikaði. Her komu tey saman í Harrans húsi til ákallan og bøn.

Mangir vakrir sálmar og sangir eru vígdir kirkjum okkara, m.a.: »Kirkjan, hon er eitt gamalt hús«, »Fedranna kirkja í Føroya tjóð«, »Á halgan botn eitt hús er sett«, »Her við strendur hevur staðið kristin kirkjan øld um øld«, fyri at nevna nakrar.

Í hesum døgum eru liðin 150 ár síðan Bíggjar kirkja varð vígd og 75 ár síðan Skála kirkja varð vígd. Søgan hjá hesum báðum kirkjum er skjalfest í ymsum bókaverkum viðvíkjandi føroyskum kirkjum, t.d. í væla verkinum »Kirkjurnar í Føroyum« hjá J. P. Gregoriussen, arkitekti, so tað eru ikki áneyðir her at tríva í søgu teirra, men heldur í síni heild hugleiða um kirkjuna sum halgidóm Harrans, bústað hansara og fjálgasta friðskjól á foldum.

Hin gamla gøtan

Eg havi so mangan – í umtalu av kirkjum okkara – trivið í tað kapittlið í »Stavnhaldinum«, høvundurin Jákup Dahl nevnir »Gamlar gøtur«, ásannandi, at ein góð bøn ongantíð verður ov ofta lisin. Og uppaftur her skulu vit ‒ við »føtur Gamaliels« ‒ lata áminning lærumeistarans ljóða:
‒ Ein gomul gøta eitur kirkjan. Sum kirkjan savnar okkum øll í dag frá teim mongu einstøku heimunum og teimum mongu ymisku viðurskiftunum, soleiðis eigur hon altíð at vera tann felags fundarstaðurin hjá okkum øllum, sum vit møtast á. Kirkjan er halgidómurin. Okkum er tørvur á at hava nakað heilagt og at halda heilagt. Okkum er tørvur á, at nakað er heilagt bæði í lívi og yvir lívi okkara. Annars fer ikki at vita væl við. Annars verður alt bert gerandisligt og fær ongan hátíðardám yvir sær. Eitt lív av berum gerandisdøgum verður stríggið og berligt. Eitt lív við ongum halgidómi, eitt fólk við ongari kirkju, tað er sum at liva undir einum dimmum, skýfullum himli, har sum sólin aldri sleppur út úr.
Mong fara burtur av hesi gøtuni. Kirkjugøtan grør til hjá teimum. Gongd teirra er allar aðrar staðir. Men tey mistaka seg. Felagsskapurin við hitt heilaga verður slitin, og tað er ein stórur missur.
Verðið tit ikki teirra millum! Tey bestu og dúgligastu í fólki okkara niður gjøgnum tíðirnar í øllum verkum og í øllum ferðum, annaðhvørt tað vóru menn ella kvinnur, hava altíð verið slík, sum gingu kirkjugøtuna. Tit vinna nógv við at ganga í kirkju, tit missa nógv við at lata vera, og tað av slíkum, sum lívið ikki tolir at missa, uttan at tað verður fátækt. Eydna og sæla eru knýtt til tað at ganga hesa gøtuna. Tað hilnast ikki og verður uttan signing, sum ikki er í samfelagi við hitt heilaga.
Heim og halgidómur, árnur og altar hava altíð verið teir føstu og tryggu stuðlarnir undir einum góðum fólkalívi.

Bústaður okkara

Ólavur tann Heilagi,
Noregi hann átti;
alt tað fólk hann kristnaði,
sum honum søma mátti.

— Jens Henrik Djurhuus: Gudbrandskvæði

Í ár eru liðin túsund ár síðan Ólavur kongur Haraldsson hin Heilagi byrjaði kristniboðsgerning sín í Noregi – ein gerningur, sum eisini rein við hjá okkum, hvørs minni endurtekur seg á hvørjum ári, tá vit halda ólavsøku.
Sjóvarbóndin Jens Chr. Djurhuus átti ein son, sum æt Jens Hendrik Djurhuus. Hann var føddur í 1799. Hann tók við festinum við Sjógv í Kollafirði eftir faðirin og yrkti eins og hann kvæði burtur úr gomlum søgum. Hann doyði í 1892.
Eitt av kvæðunum, Jens Hendrik yrkti, er »Gudbrandskvæði«. Vit eru stødd í Gudbrandsdalinum í Noregi, har Gudbrandur er høvdingi ‒ hann er heiðin maður. Ólavur hin Heilagi hevur sett sær fyri at kristna alt Noreg; hann sendir Gudbrandi boð um at lata seg kristna, ella verður bardagi burturúr. Gudbrandur gamli sendir sonin Gudbrand Gudbrandsson á fund Ólavs Halga ‒ har tekur hesin ungi við kristnari trúgv, og tá hann kemur heim aftur, biður hann faðirin gera tað sama. Hetta vil gamli Gudbrandur ikki; ilt verður millum faðir og son, og Gudbrandur gamli letur kongin kalla inn á Dalating. Hann ætlar sær at bera standmynd av Tóri gudi á tingið og væntar tá, at kongurin verður við undirlutan.
Men øðrvísi gongur. Kongur lesur upp kristna læru á tinginum, biður menn taka við hesi nýggju trúnni, og tá skurðmyndin av Tóri gudi verður borin inn, smildrar ein av kongsins monnum hana við eini sleggju; rottur og ljótir ormar tysja tá út úr gudamyndini, og í somu løtu sigur kongur við Gudbrand: »Vilt tú skoða sannan Gud, / skoða tá hans verkið!/ Lít tær mót eystri upp, / har kemur hans tænari sterki«. Sólin rísur tá í sínum ljóma, og tá hevur kongur vunnið á Gudbrandi, sum at enda sigur: »Kongur, eg skal trúgva tær / og taka við Gudi eina:/ Doyp tú meg í Harrans navn / við mínar menn og sveinar!«.
Í góðum og ringum tíðum, í gleði og í sorgum, í strevi og stríði bæði á landi og sjógvi, í myrkri og ljósi, í summarlogn og vetraródn hevur fólk okkara búleikað her í Føroyum ætt eftir ætt.
Hvør er tann føroyingur, ið er ikki fegin um henda bústað sín og ber fosturlandinum alsk?
Tá ið vit nú steðga á og minnast kristniboðsgerning Ólavs halga, munnu vit tá ikki ásanna, at Guð hevur verið bústaður okkara ætt eftir ætt. Tað er hann, ið spart hevur fólk okkara við síni verndarhond. Hjá honum hevur fólkið funnið trygd og skjól.
Her bygdu fedrarnir sínar kirkjur, gingu trúliga í kirkju og gingu trúliga til altars og høvdu yvirhøvur stóra virðing fyri øllum tí, sum heilagt er. Alt fekk sær vígslu á kirkjugrund.

Betur hon lívdi enn gamalt grót,
kirkjan á nesi og tanga,
syndarum veitti hon sálarbót,
gívrum og huldum hon vardi ímót,
verjir enn móti tí ranga.

Men eisini gerandis – í øllum arbeiði – vendu tey sær mót hæddum høgum í ákallan og bøn.
Tey signaðu seg morgun og kvøld og bóðu um, at Jesu krossur mátti standa millum teirra og allar óvinir teirra.
Teirra heilsan var, tá ið onkur fór heiman: »Jesus veri eftir hjá tykkum.« ‒ »Jesus fylgi tær«. Tey bóðu Jesus vera við sær, tá ið tey fóru eina ferð ella tá ið tey fóru undir eitthvørt arbeiði. Krossur varð ristur yvir veltuni, tá ið hon var liðug um várið.
Menninir sungu sálmar á útróðri bæði tá ið lagt varð frá landi og komið varð aftur at landi. Teir løgdu seg niður á eggini í stillari bøn, áðrenn farið varð niður í bergið. Og í eggjørnum varð í skefti skorin krossur.
Í bygdum, har eingin kirkja var, varð lisin lestur heima – og tað kortini, um so kirkja var. Hvørt kvøld varð lisin aftanbøn. Í føstuni komu tey saman til lestur. Tey hildu bøn áðrenn tey fingu sær at eta, og í vertskapi varð sungið frá borði.
Men tíðir skifta. Mangir av hesum góðu, gomlu siðum eru avlagdir. M.a. hevur verið sagt, at tá ið motorarnir komu í bátarnar, doyvdu teir sálmasongin – og so góvust menn at syngja. Skulu vit trúgva tí? Tað mátti borið til at sungið, áðrenn motorurin varð settur í gongd ella tá ið hann varð steðgaður. Havi hoyrt upptøku í Útvarpinum frá miðjum 1960-árunum, at skúvoyingar sungu »Alt står i Guds faderhånd«, tá ið teir í fylging við motorbáti fóru vestur um oyggj.
»Skulu vit eiga búgv, mega vit eiga trúgv,« sigur Jákup Dahl, próstur. Harrin má vera bústaður okkara – ætt eftir ætt.

»Her skal innast várt verk ...«

Fimm hundrað ár eftir fall Ólavs Heilaga á Stiklastøðum møta vit Martin Luther. Eitt hitt týdningarmesta, trúbót Luthers um 1540 hevði við sær, var, at móðurmálið í flestu londum gjørdist kirkjumál og loysti av hitt torskilda latínið í katólsku kirkjuni.
Í flestu londum fekk móðurmálið eina blómandi tíð, bíbliutýðingar og sálmar vórðu fest á blað, og fólkið fegnaðist. Men í Føroyum var øðrvísi. Í staðin fyri móðurmálið fingu vit danskt til kirkjumál, prestarnir prædikaðu á donskum, sungnir vórðu danskir sálmar, og tá prestur ikki var, las føroyskur deknur danskan lestur.
Í 1823 kom út fyrsti føroyski bíbliuteksturin, »Evangelium Sankta Mattæusa« í týðing J. H. Schrøters. Men hetta var bert eitt av evangeliunum ‒ og alsamt í 1905, tá Jákup Dahl (1878-1944) gjørdist gudfrøðingur, var eingin fullfíggjað bíbliutýðing á føroyskum, og sjálvt prestar føddir í Føroyum máttu eftir boðum myndugleikanna halda gudstænastu fyri landsmonnum sínum á donskum máli.
Jákup Dahl og aðrir samtíðar prestar ‒ fyrst og fremst vinmaður hansara frá lestrartíðini A. C. Evensen (1874-1917) ‒ vildu, at kirkjumálið skuldi gerast føroyskt; bæði prædikan, ritualini, bíbliulesturin og sálmarnir. So var at fara til verka. Jákup Dahl settist at týða. Teir ymsu partarnir av Nýggja Testamenti komu út í smáum heftum frá umleið 1923 til 1936, og í 1937 kom Nýggja Testamenti týtt úr frummálunum út í síni heild.
Longu 1918/19 hevði Jákup Dahl týtt ritualini, men politiskt stríð stóðst av týðingini, og ikki fyrr enn í 1929 vórðu tey prentað og ikki »autoriserað« fyrr enn 30. oktober 1938. Frá hesum degi kunnu vit siga, at stríðið fyri føroyskum kirkjumáli er vunnið, um ikki endað.
Jákup Dahl avrikaði hóp av øðrum á kirkjuliga økinum. Hann metti tað arbeiði, deknarnir gjørdu í Føroyum, ógvuliga høgt, og teimum til nýtslu gav hann út lestrabøkurnar »Í lýsing« 1934 og »Meðan hildið verður heilagt« 1948. Hann gav út »Altarbók« 1939, týddi Luthers lítlu katekismus (1922) og Balslevs Bíbliusøgur (1924) ‒ hesar báðar seinastu til skúlabrúks.
Hann hevur eisini lagt úr hondum hóp av styttri lestrum og andaktskendum smástubbum, soleiðis »Glottar« 1928, »Ávegis« 1935, »Sólarris« 1941, »Krossstíggjur« 1942 og »Stavnhaldið« 1944. Harumframt yrkti og týddi hann hóp av sálmum; hann eigur í Sálmabók Føroya Fólks 17 upprunasálmar og millum 80 og 90 týðingar.
Upp í andaliga virki hansara hoyrir eisini týðing av halgisøgum Selmu Lagerlöfs og blaðstjórastarv á »Kristeligt Ungdomsblad« 1914-19 og á »Færøsk Kirketidende« 1925-44.
Sum skald legði Jákup Dahl úr hondum bæði stuttsøgur og fitt av yrkingum. Tað nógva av prosatilfarinum er til skjals í savninum »Sólin og sóljan«, ið kom í 1948, og yrkingarnar finna vit fleiri í Songbók Føroya Fólks, kendastu teirra »Havið sang yvir mær vøgguljóð«, »Tjaldur ver vælkomið til okkum heim« og »Setið føtur í bekk« við tí fyri hendan arbeiðssama mann eyðkenda seinasta ørindi:

Her skal innast várt verk,
eitt so munandi gott,
so skal morgunsól roða
eftir ælfreku nátt,
tí vit firnast ei stríð,
og vit geva ei grið;
men vit halda bert fram,
tí vit tekkja eitt mið.

Til endans eigur ikki at verða gloymt, at Jákup Dahl alt frá ungum hevði stóran áhuga fyri føroyskum máli. Hann hevði lisið alt, ið komið var á prent á føroyskum, kendi kvæðamál væl og virðiliga og hevði góðan kunnleika um forna norrøna málið.
Blaðungur fór hann undir at skriva mállæru, og sigast má, at bókin »Føroysk mállæra til skúlabrúks« (1908) bæði er eitt slóðbrótandi verk og eisini dagin í dag eitt verk, sum lærarar hava álit á.
Í adventini 1909 læt Jákup Dahl ein føroyskan jólalestur prenta í Tingakrossi. Tvey ár seinni las deknurin í Sandvíkar kirkju, Theodor Dahl, henda lestur í kirkjuni jólakvøld. Onkur av kirkjufólkunum dámdi hetta ikki, at føroyskur lestur varð lisin í kirkjuni, og klagaði. Theodor Dahl fekk átalu frá Fr. Petersen, prósti; hetta mátti ikki henda aftur.
Theodor Dahl var lærari í Sandvík, men ættaður úr Funningi. Árni Dahl, ið er abbasonur hansara, hevði stutt síðan í Hoyvíkar kirkju ein fyrilestur um hesa hending í Sandvíkar kirkju, um abban og føroyskt kirkjumál. Nevnda lestur las Árni í Hoyvíkar kirkju.

Í samfelag við hitt heilaga

Hetta at leita kirkjugøtuna og leita til Harrans í ákallan og bøn – at fara inn í halgidómir Guðs – er tað sama, sum Jesus sjálvur minnir okkum á, tá ið hann sigur: »Søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara.«
Og hetta er sami vegurin, sum Paulus ápostul biður okkum ganga við orðunum: »Verið ikki stúrin fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guði í ákallan bøn og tøkk.«
Samfelagið við Guð er umráðandi og hevur mest at týða. Tað gevur trygd í øllum førum. Tað er vert at hava í huga á kirkjuligum merkisdøgum, men eisini allar aðrar dagar, bæði gerandis og heilagt.
Um hetta samfelagið verður talað merkiliga væl í Sálmi 73, 23-28:

Men eg eri jú altíð hjá tær,
tú hevur tikið mína høgru hond!
Tú meg leiðir við tínum ráðum,
og tekur meg síðan til dýrdar!
Hvønn havi eg annars í himni,
bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin!
Um mítt hold forferst og mítt hjarta,
er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir!
Mítt góða er at vera Guði nær,
til Harrans eg seti mína lít!