Skriva út

Skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju

09.02.2021 Tíðindi
052.JPG

Mikukvøldið 10. februar kl. 17.30 verður aftur skipað fyri skrúvuguðstænastu í Hoyvíkar kirkju.

Vit hoyra eina bíbliusøgu, og eftir tað stendur hesaferð lasanja á matskránni.

Theodor, prestur, sigur frá.

Øll eru vælkomin!

Hoyvíkar kirkja miðar eftir eisini at veita børnunum okkurt at koma til. Eitt nú er eisini sunnudagsskúli undir guðstænastu, og sunnudagsskúli verður aftur sunnumorgunin 14. februar.