Skriva út

Skrúvuguðstænasta í Christianskirkjuni

24.04.2013 Tíðindi
Skrúvuguðstænasta í Christianskirkjuni

Seinnapartin í gjár, kl.17.30, var sokallaða skrúvuguðstænasta í Christianskirkjuni. Eitt gentukór við 14 gentum, “Ljósakórið”, úr kirkjuni í Mosfellsbær í Íslandi sang og Hanus á Gørðum, prestur hevði nøkur góð orð við á vegnum til gestirnar úr Íslandi og áhoyrarnar.

Ein frálík konsert við einum góðum kóri, sum hóast unga aldurin, sang krevjandi sangir væl. Kórleiðarin hevði m.a. út sett Rura, rura barnið sera beinrakið og væl. Eisini sungu tær álendska sangin, Vem kan segla förutan vind - eins og góðar íslendskar.

Eftir konsertina komu skrúvurnar til sín rætt, har tað varð boðið til og borðreitt við kjøtsós og pastaskrúvum í kirkjukjallaranum – harav navnið “Skrúvuguðstænasta”!

Eitt sera skilagott og væl uppá funnið tiltak. Tá ið tú kemur troyttur frá arbeiði, setur tú teg inn í kirkjuna fær eina stutta og góða konsert, eitt orð frá presti og so niður í kirkjukjallaran at fáa ein frállíkan bita og eitt gott prát. Heim til hús til kvalitetstíð – góðskutíð, har tú sleppur frá at gera náttura ella at vaska upp, leskaður mentanarliga, andaliga og kropsliga.

Frøtt er høvur av mettum maga, kann sigast, bæði so og so – Ja, eg eri longu farin at gleða meg til eitt líkanandi frálíkt og skilagott tiltak eina aðra ferð.

Orð og myndir: Dávur Winther, mentanarleiðari

Sí fleiri myndir