Skrivstovufólk til Norðoya vestara prestagjald
Sambært løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 30. apríl 2018, § 29 til § 33, verður søkt eftir skrivstovufólki at taka sær av tí skrivstovuarbeiði, ið áliggur prestagjaldinum, ætlandi at byrja 15. apríl ella skjótast til ber. Talan er um eitt parttíðarstarv, brøkur 0,4. Umsóknarfreistin er 1. apríl.
Skrivstovufólkið kemur at arbeiða í samstarvi við báðar prestarnar í prestagjaldinum, har annar er kirkjubókaførandi.
Starvið fevnir um:
- at avgreiða mál, ið prestagjaldið hevur ábyrgd av
- at samskifta við viðskiftafólk, ið hava ørindi til prestagjaldið
- at avgreiða váttanir, ið skulu vísa til uppførdu upplýsingar í kirkjubókunum
- at senda inn dagførdar upplýsingar innan prestagjaldið til avvarðandi myndugleikar
- at taka sær av øðrum skrivstovuuppgávum innan prestagjaldið, ið er uttan fyri vanliga skrivstovuarbeiðið
Arbeiðsstaðurin er Christianskirkjan í Klaksvík.
Arbeiðstíðin verður at leggja í samráð við prestarnar, tó soleiðis, at føst viðskiftistíð verður minst fýra dagar um vikuna.
Væntað verður, at umsøkjarin hevur útbúgving í skrivstovuyrkinum ella hollar royndir samsvarandi hesum. Eisini verður væntað, at umsøkjarin er væl fyri at lesa ymiskar handskriftir, tá kirkjubøkurnar verða førdar inn við hond.
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, lønarflokkur 3.
Umsókn skal sendast til Jógvan Ravnsfjall, kirkjuráðsformann í Christianskirkjuni, postsmoga 22, FO-710 Klaksvík, tlf. 75 50 72, t-post: christians@kirkja.fo.
Kirkjuráðini í Norðoya vestara prestagjaldi.