Skriva út

Skrivstovan hjá Christianskirkjuni er flutt

18.07.2012 Tíðindi
Skrivstovan hjá Christianskirkjuni er flutt

Skrivstovan hjá Christianskirkjuni í Klaksvík, sum í mong ár hevur verið í Prestagarðinum á Brekku, er nú flutt oman í kirkjukjallaran. Skrivstovan førir kirkjubøkurnar, har føðingar, dópar, vígslur og andlát verða skrásett.

Eisini verða váttanir útskrivaðar, eitt nú dóps- ella navnabræv og vígslubræv – og aðrar skrivstovuuppgávur í hesum sambandi.

Skrivstovan er sum áður opin mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag millum kl. 13:30 og 15:00.

Kirkjuráðið í Christianskirkjuni