Skriva út

Skriva kirkjusøgu í Klaksvík: Konfirmasjón við trimum nýføroyingum

09.10.2020 Tíðindi
csm_Screenshot_2020-10-10_at_09_22_45_b6c74616ee.jpg

CHRISTIANSKIRKJAN: Heystið er tíðin, tá nógvar konfirmasjónir eru á skránni. Soleiðis verður eisini komandi sunnudag, tá tvær slíkar gudstænastur verða í Christianskirkjuni – onnur klokkan 10, og hin klokkan 12.

Hesaferð eru 17 ungdómar sum skulu konfirmerast í Klaksvík við gudstænasturnar, sum sjálvandi vera skipaðar eftir øllum tilmælum um gudstænastur í føroysku fólkakirkjuni.
Við fyrru gudstænastuna verða átta konfirmantar, meðan níggju ungdómar verða fermdir við ta seinnu. Og tað er við seinnu gudstænastuna, at føroysk kirkjusøga verður skrivað:
Her verða nevniliga trý ungfólk úr tveimum londum í Fjareystri fermd, saman við seks føroyingum.

Hesi trý hava gingið til prest hjá Marjuni Lómaklett í serligum holdi, og eru nú komin hartil, at tey ynskja at játta sína dópstrúgv fyri Gudi og monnum.

- Sum eg havi fingið upplýst, er hetta fyrstu ferð at føroyska kirkjan fer at hava eina konfirmasjón við trimum nýføroyingum og á jøvnum føti við føroyingar. Vit hava av og á fermt útisetar úr øðrum londum, og sum ynskja at hetta skal gerast í teirra egnu kirkju.
- Men hesaferð eru tað trý ungfólk sum búgva í Klakfersvík, og sum nú verða fermd her. Ja, hetta verður ein serstøk løta, greiðir Marjun Lómaklett, prestur frá.

Nevnast kann eisini, at konfirmantarnir fara til altars undir somu gudstænastu.

SO DEILIGT AT HAVA JESUS!
Hesi trý, sum vit lata vera ónevnd og uttan at nevna heimland teirra, siga seg hava lært sera nógv hesar dagarnar saman við Marjuni og hinum konfirmantunum.
- Vit hava lært sera nógv um Bíbliuna; hvat hon inniber av bókum, og at hon er býtt upp í kapitlar og vers, eins og vit hava fingið kunnleika um innihaldið, søgurnar og øll líknilsini.

- Harafturat hava vit lært um bønina Faðirvár, trúarjáttanina, sakramentini, kristnu hátíðirnar, og hendingar, tekstir og litir í kirkjuárinum. Jú, hetta hevur verið áhugavert og nýtt fyri okkum, sláa tey fast.

Ein áhugaverdur spurningur til teirra er, hvat Jesus hevur at týða fyri tey í gerandisdegnum. Svarini frá teimum koma beinanvegin: Hann er kærleiki, og Hann gevur teimum vón.

- Eg kenni meg elskaðan. Hóast eg onkuntíð kann kenna meg keddan og einsamallan, so føli eg meg elskaðan av Gudi. Eg finni ugga og kærleika og vón í evangeli’inum, ið merkir "gleðiboðskapur".
 
- Tað er deiligt at hava Jesus. Eg haldi, at tað er stórt, at kristindómurin lærir teg, og biður teg "at elska Gud og næstan"! Hetta veitir mær stóran tryggleika, ljóðar svarið.

NÝTT KAPITTUL
Felags fyri hesi tríggjar nýføroyingarnar er, at tey hava búð her í umleið eitt ár, og tosa tí ikki ræðið føroyskt enn, men vilja altso nú fáa eina føroyska konfirmasjón.
Undirvísingin fyri teimum hevur tí í fyrsta lagi verið fyri seg, og í øðrum lagi verið á enskum máli, bæði tá talan er um trúarjáttanina, bønina Faðirvár og annað sum ein føroyskur ungdómur annars lærir, tá hann gongur til prest.
- Alt hetta kemur sjálvandi eisini at merkja gudstænastuna sunnudagin. Hon kemur at vera sum ein vanlig gudstænasta, tá konfirmasjón er. Men tá hesir tríggir ungdómarnir verða fermdir, fer tað at ganga fyri seg á enskum máli.
- Hetta hevur sjálvandi verið ein avbjóðing fyri meg sum prest – men kortini ein spennandi avbjóðing, tí tey jú ikki hava somu ”bakgrundsvitan” sum føroyingar, sum er vanir við bíbliusøgur í skúlanum, sunnudagsskúlanum og aðrastaðni, sigur Marjun.
Fyri hana hevur tað eisini verið áhugavert at greiða teimum frá, hvat tað vil siga at vera kristin í dagsins samfelagi, í mun til um ein hoyrdi til ein annan átrúnað.
- Eg haldi, at tey hava verið sera ófør at lurta eftir og læra, eins og tey hava møtt trúfast upp til undirvísingina. Nú fara vit at skriva ein nýggjan kapittul í føroyskari kirkjusøgu.
- Hetta er so tann fyrsta konfirmasjónin av slíkum slagi. Men eg vóni so sanniliga ikki, at hon verður tann seinasta!

Orð: Snorri Brend
Mynd: Marjun Lómaklett