Skírnarminni – nýtt orð innan kirkjugátt
Hóast kirkjan hevur øldir á baki, kann koma fyri, at brúk er fyri nýggjum orðum um nýggj fyribrigdi. Eitt av hesum er “skírnarminni”, sum vestmenningar nú brúka innan kirkjugátt.
Í sambandi við, at Vestmanna kirkja triðja sunnudag í advent í fjør fylti 125 ár, kom út bókin “Vestmanna kirkja”, sum er ognað kirkjuni. Hon lýsir væl Vestmanna kirkju, sum síðani 100 ára dagin í 1995 er umvæld og útbygd í 2004-2005, og yvirhøvur lýsir bókin øll møgulig viðurskifti, bæði kend og minni kend.
Eitt av hesum er fyribrigdið skírnarminni, ið ikki hevur verið nevnt á skrift áður. Í bókini verður skrivað soleiðis um skírnarminni: “Tá fólk verða doypt, verða tey eftir dópin turkað við einum skírnarminni, sum tey so eiga. Hesi skírnarminni eru hekklað ella bundin. Í skírnarminnunum eru ymiskar kristnar ímyndir.”
– Søgan aftanfyri er tann, at tá ið Marjun í Kálvalíð var prestur her frá 2013 til 2019, kom hon fram við hugskotinum um, at tann klúturin ella lappin, høvdið á barninum varð turkað við eftir dópin, skuldi verða givin barninum at eiga sum eitt minni um dópin, greiðir Jóannes Fonsdal frá. Hann er deknur í Vestmanna kirkju og samskipaði útgávuna av omanfyri nevndu bók um kirkjuna.
Jonhard fann navnið
– Eg haldi, at hetta var eitt hugskot, hon hevði fingið úr Danmark. Tað tóku vit so til okkum, men talan var ikki um fastar mannagongdir, tá ið tað kom til, hvussu hesin klúturin ella lappin skuldi síggja út, og heldur ikki hevði hann nakað navn.
Jóannes Fonsdal sigur, at meðan arbeiðið við bókini var í gongd, vendi hann sær til Emil Olsen, stiftsprest, at spyrja hann, um hann kendi til nakað navn á hesum klútinum ella lappanum, ið varð brúktur til barnadóp, men tað gjørdi hann ikki.
Tá ið stiftspresturin ikki visti, hildu tey tað vera frægast at venda sær til sín egna “málmann” í Vestmanna, Jonhard Mikkelsen á Sprotanum, um hann ikki hevði eitt orð ella kanska kundi komið við einum uppskoti. Og burtur úr tí kom so tað nýggja orðið.
– Jonhard var skjótur við einum uppskoti, tí hann vísti á fleiri av teimum orðum, vit frammanundan hava í kirkjuni í hesum sambandi, sum eru eitt nú skírnarfuntur, skírnarfat og skírnarkanna. Og so spurdi hann, um vit ikki bara kundu kalla hetta fyri skírnarminni. Tað hildu vit vera eitt gott og lívgandi orð, sum vit síðani hava tiki til okkara, sigur Jóannes Fonsdal.
Astrid sniðgivið
Sum sagt, hava hesir klútarnir ella lapparnir, sum tey í Vestmanna kirkju nú so sjálvsagt kalla skírnarminni, ikki havt nakra fasta útsjónd, men hava verið eitt sindur ymisk, tó gjarna við krossmerkinum ella øðrum kristnum ímyndum. Og tá ið tey hildu, at tað kundi verið vakurt við eini útsjónd, ið var eins, var heldur ikki neyðugt at fara langan veg fyri at finna eina góða, lokala loysn.
– Astrid Andreasen, sum jú er ættað hiðani, hevur prýtt altarið við vøkru myndini av lívsins træi, og tí var tað natúrligt at venda sær til hennara at vita, um hon kanska hevði okkurt uppskot til, hvussu eitt skírnarminni kundi síggja út. Astrid fór fús til verka og sniðgav skírnarminnið, soleiðis sum vit hava tað nú, sigur Jóannes Fonsdal.
– Koronatíðin hevur seinkað arbeiðinum eitt sindur, men nú eru kvinnurnar í sjómanskvinnuringinum í Vestmanna farnar í gongd, tí tær hava fingið bæði mynstrið, Astrid hevur teknað og sniðgivið, og togv, so nú kunnu vit frameftir fegnast um, at vit her í kirkjuni koma at hava eitt serligt skírnarminni, ið tænir síni uppgávu undir dópinum og sum tann doypti eftirfylgjandi kann goymast sum eitt minni um løtuna, tá ið viðkomandi við dópinum var innlimaður í kirkjuna.
Orð: Hilmar Jan Hansen.
MYNDATEKSTIR:
Í Vestmanna kirkju hava tey í nøkur ár brúkt skírnarminni, ið her síggjast á skírnarfuntinum, men tað er ikki fyrr enn nú, at navnið er komið
Astrid Andreasen hevur teknað og sniðgivið skírnarminni, tey frameftir fara at brúka í Vestmanna kirkju og sum tann doypti kann goyma sum eitt minni um sín dóp.