Skeiðið: Kenn kirkju tína!
Frá tí at kirkjan var yvirtikin, hevur biskupur ynskt at styrkt innaru virði Fólkakirkjunnar. Nakað er gjørt, men vit koma ongantíð á mál.
Vakstrarliðið, ið telur seks prestar í embæti, sum var skipað í 2019 til tess at gera átøk Fólkakirkjuni at frama, hevur arbeitt við verkætlanini “Kenn kirkju tína”. Allir sóknarprestarnir hava fylgt gongdini, og alt hevur verið gjørt í samráði við biskup.
Vit, sum tæna í Fólkakirkjuni, eiga at kenna tað, vit skulu vera trúgv móti. Skulu vit arbeiða fyri nøkrum, mugu vit vita hvørjum. Evangelisk-lutherska læran gevur okkum bæði trygt grundarlag at standa á, eina missión at arbeiða eftir, og eina visjón at stevna ímóti.
Ætlanin er at skipa fyri leygardagsskeiði eina ferð hvørt hálvár 6 ferðir. Seinasta skeiðið er sett til tveir dagar, har møguleiki er at liggja nátt. Hugskotið er at møtast 6 ferðir við hvør sínum høvuðsevni býtt á 4 fyrilestrar.
Formenninir (m/k) í kirkjuráðunum hava fingið skránna. Tann fyrsti skeiðsdagurin verður í Nesvík tann 29. mai 2021. Ætlanini er at hava fundirnar ymsastaðni í landinum, og tann seinasti fundurin verður í Havnini.
Málbólkurin: Kirkjuráðslimir og kirkjutænarar í Føroysku Fólkakirkjuni.
Fokusøkið: Evangelisk-lutherska læran og Fólkakirkjan.
Undirvísarar: Prestarnir í embæti.
Endamálið: At geva kunnleika og at førleikamenna tey, sum standa fyri í Fólkakirkjuni, og sum gera tænastu í henni.
Í hesum leiðslubólkinum sita: Dómprosturin, Bergur Debes Joensen og biskupur.
Kirkjuráðslimir og kirkjutænarar kunnu skrivliga venda sær til Unn Kallsoy, skrivstovufulltrúa, og boða frá luttøku: unn@kirkjan.fo
JF