Skeiðið 29. august útsett
Leikfólkið er ein berandi ás í virkseminum hjá fólkakirkjuni. Kirkjuráð, kirkjutænarar og hjálparfólk gera eina stóra tænastu sunnu- og halgidagar. Eisini savna fleiri kirkjur, har umstøðurnar loyva tað, fólk – yngri sum eldri – ávísar dagar um vikuna í halgidóminum.
Kærleiki teirra til kirkjuna er stimbrandi fyri leik og lærd. Tíðin í kallinum sum sóknarprestur var ein góð tíð, ið eg minnist afturá við gleði. Tað var mær ein stór frøi at samstarva við so mong um so mangt og ymiskt.
Sum biskupur er innlitið um alt landið vorðið munandi størri. Allastaðni í landinum hevur kirkjan holl tænastufólk, ið røkja bygningin og lívga um innihaldið, evangeliið um Jesus Krist sum heimsins frelsara. Stuttligt og gleðiligt er at síggja, at staðbundna kirkjan er í góðum hondum.
Sum biskupur havi eg havt eina ætlan um mennandi skeið fyri kirkjunnar tænarum í breiðari merking. Okkurt smáfallandi er framt í verki. Eitt vakstrarlið av prestum varð mannað í 2018, og hesi skuldu verkliga skipa fyri menningini undir heitinum “Kenn tína kirkju”. Hvørt skeið tekur 6 heilar dagar yvir trý ár.
Allir teir núverandi sóknarprestarnir hava játtað at taka hvør sítt evni fram og viðgera tað, so kunnleikin um trúgv og læru fær ein íblástur. Tað er gleðiligt at prestarnir standa saman í góðari søk. Ætlanin var at byrja í Tórshavn nú 29. august 2020.
Vegna Covid-19 er skeiðið útsett. Í januar 2021 verður mett um støðuna, nær ráðiligt er at savnast í størri fólkamongd. Áhugin fyri skeiðinum tykist stórur, so vit skuldu helst havt einar 100-150 luttakarar hvørja ferð. Skilabest er at vera á einum hotelli og koma til skorin klæði, meðan andin lívgast.
Tað hava kirkjunnar tænarar uppiborið, tey ið dagliga gera sjálvbodna tænastu ella fáa eina lítla symbolska samsýning fyri tænastuna.
Biskupur