Skriva út

Skeið í trúarlæru

03.10.2023 Tíðindi
Meinhard B.jpg

Á hesum skeiði verður dentur lagdur á skapan, endurloysn og fullending.

Hetta verður gjørt við ástøði í kjarnutekstum úr Halgubók.

Kierkegaard, Løgstrup, Grundtvig, H.C. Andersen og Dostojevskij koma eisini at kasta ljós á evnini, eins væl og myndlist.

Høvi verður at skifta orð um tað, ið verður umrøtt.

Øll kunnu taka lut.

Meinhard Bjartalíð, gudfrøðingur, ið hevur skrivað serritgerðir í Nýggja testamenti og trúarlæru á lærda háskúlanum í Aarhus, undirvísir.

Undirvíst verður týskvøld frá kl. 19.00 til 21.00 í skúlanum við Løkin. Talan verður um umleið 8. kvøld.

Byrjað verður 31. oktober.

Tilmelding: kurk.fo ella HER