Skriva út
Skeið í februar fyri kirkjuráðslimum
14.11.2013 Tíðindi
Fyrsta sunnudag í advent byrjar eitt nýtt kirkjuár, og sama dag tekur tað nývalda kirkjuráðið við leiðsluni av staðbundnu kirkjuni. Fjórða hvørt ár verður kirkjuráðið mannað av nýggjum, og tann fólkaræðisliga skipanin ber kirkjunnar stjórn bæði við atliti at tí staðbundnu og yvirskipaðu leiðsluni í fólkakirkjuni.
Havi ikki enn gjørt eina neyva lýsing av komandi kirkjuráðunum, men tað tykist sum um, at nógv nýggj andlit verða at síggja, tá ið kirkjuráðini í landinum møta til felags fund nú í februar mánað. Eitt ættarliðsskifti er eitt sterk orð, men í fleiri kirkjusóknum er veruliga talan um eitt nýtt ættarlið, har t.d. 4 nýggj andlit manna ráðið, ið tilsamans telur 6 fólk.
Tað er við stórari tøkk tey, ið 1. desember lata sætið í kirkjuráðnum frá sær, at hesi orð verða skrivað. Mong teirra hava gjørt tænastu í kirkjuráðnum alla mína tíð sum prestur, og nøkur teirra eini 40 ár. Takki øllum hjartaliga fyri tíðina og gleði meg at hitta tykkum í Harrans húsi á vitjan runt um í landinum í komandi tíðum, um Harrin veitir okkum lív og heilsu.
Samstundis er tað við stórari gleði og ávísum spenningi, at vit bjóða teimum nýggju fólkunum væl komin í ráð og stjórn kirkjunnar, eisini teimum, ið halda fram, eyðvitað. Mær tykir, at vit í løtuni hava vind í seglinum, og fólk hava áræði, hug og dirvi at skapa kirkjuni góð og livilig kor. Fólkakirkjan fevnir um nógv gott og slitsterkt innihald, - orðið um Jesus, sakramentini og sálmarnir. Tað er als eingin orsøk at stúra. Eru vit trúføst og nærløgd, so fer at bragda, og tað røkist veruliga fyri mongum góðum bæði á skrivaraborði og verki.
Tað gongur ikki altíð við sjey míla ferð í kirkjunnar høpi, men gongdin er trygg og støðug. Í seinastu viku var kirkjuráðsval, og undirtøkan var góð, ja, heilt góð má sigast. Tað var gleðiligt, tí hetta var fyrstu ferð, at vit í føroysku fólkakirkjuni høvdu val á so mongum støðum. 22 kirkjusóknir høvdu val.
Vit skulu ikki skammast við at siga frá, at tað gongur væl. Vit skulu geva Guði heiðurin og æruna, men vit mega vera varin, at vit ikki syngja eitt neiligt niðurlag og fara upp í kórið, ið sigur: Tað gongur einki fólk í kirkju.
Satt er, at kirkjunnar rúma fleiri fólkum til eina vanliga gudstænastu sunnumorgun. Men ein hálvfull kirkja er ein jalig útsøgn. Hví velja eina neiliga útsøgn um tað besta av øllum, ið er samveran um Guðs orð, og siga, at kirkjan er hálvtóm?
Seinasta sunnudag var Allahalganna sunnudagur. Havi kannað lendið seinasta sunnudag og fingið staðfest, at nógv fólk var í kirkju í høvuðsstaðnum. Tvær stórar fullsettar kirkjur, og hinar báðar vóru at kalla fullsettar.
Er hetta ikki á markinum til reyp, sjálvgleði ella sjálvrós? Møguliga! Men tað er sanniliga uppgávu kirkjufólksins, at vit umtala kirkjuna væl og staðfesta, at nógvar dagar er væl vitjað, - um ikki hvønn sunnudag. Hvør skal geva ta røttu myndina av støðuni, um vit, sum hava kunnleikan, ikki seta orð á tað, ið er satt og rætt?
Jú, spennandi er, so spennandi, at eg mundi gloymt yvirskriftina og evnið, ið eg ætlaði at skriva um.
Leygardagin 15. februar verður skeið á Hotel Føroyum fyri øllum kirkjuráðslimum. Skeiðið byrjar kl. 9,30 við morgundrekka.
Fyrra helvtin av degnum er felags kunning, prát og fyrilestur. Aftan á døgurðan fer fólkið sundur í bólkar, ið fara í hvør sítt høli alt eftir, hvønn leiklut hin einstaki limurin hevur í kirkjuráðnum.
Hvat ger formaðurin, og hvør er hansara fremsta uppgáva?
Hvat ger kirkjuverjin?
Hvussu halda vit skil á roknskapinum?
Hvør er leikluturin hjá einum skrivara?
Hvør er leiklutur teirra, ið eru meinigir kirkjuráðslimir?
Jú, tað blíðkar fyri hugaðum monnum (m/k).
JF.
Onnur tíðindi