Skriva út

Skeið fyri kirkjutænarar

10.10.2023 Tíðindi
Kirkjutanari

Leygardagin 4. november skipar fólkakirkjan fyri einum skeiði fyri kirkjutænarum. Skeiðið verður á Hotel Føroyum.

Byrjað verður við morgunmati kl. 9. Dagurin endar kl. 15.00.

Henda dagin varpa vit serstakliga ljós á tænastuna, sum deknur, urguleikari og klokkari. Hetta eru tær klassisku tænasturnar í fólkakirkjuni, sum eru virknar við hvørja gudstænastu og hvørja kirkjuligu tænastu, sum dóp, vígslu og jarðarferð.

Afturat teimum klassisku tænastunum verður ein fevnandi fyrilestur, ið nemur tær mongu og ymisku tænasturnar bæði í orði og verki.

Hóast vit varpa serligt ljós á tær klassisku tænastur, eru øll kirkjunnar tænastufólk vælkomin á skeiðið 4. november.  

Tann nýggja tíðin og tað nógva virksemið í kirkjunum hevur økt um tænasturnar. Tað gleðiliga er, at fólk fegin taka ábyrgd í kirkjuligum verki. Hvør tænasta í kirkjuni eru ein stór tænasta, tí vit eru í tænastu hjá tí hægsta, okkara skapara og frelsara.  

Um eina viku senda vit skránna út til kirkjuráðini. Men longu nú ber til at tekna seg til dagin við at skriva til Unn Kallsoy á unn@kirkjan.fo