Skriva út

Skeið á Hotel Føroyum fyri kirkjuráðslimum

08.03.2016 Tíðindi
Skeið á Hotel Føroyum fyri kirkjuráðslimum

Leygardagin tann 16. apríl 2016 verður skeið á Hotel Føroyum fyri kirkjuráðslimum. Byrjað verður kl. 12,00 og hildið verður á til kl. 20.20.

Skeiðið er liður í eini eftirmeting av kirkjuliga bygnaðinum og tí kirkjuliga virkseminum, nú vit um eitt ár hava 10 árs jubileum fyri yvirtøkuni av málsøkinum Fólkakirkjan.

Talan er um eitt samstarv ímillum Fólkakirkjuna og Willemoes ProConsult.

Hvør kirkjuráðsformaður spyr sítt egna kirkjuráð og finnur útav, hvussu nógvir limir koma á skeiðið frá kirkjuráðnum. Fráboðan er neyðug vegna mat og verklig viðurskifti.

Vinarliga meldið tykkum til í seinasta lagi mánadagin 11. apríl 2016 kl. 12,00 á telefon 237322
ella anh@folkakirkjan.fo.

Íblástur til kirkjuráðini

Dagsskrá:

Leygardagur 16. apríl á Hotel Føroyum

Fólkakirkjan er í menning á fleiri leiðum um somu tíð, ið skulu styrkja samfesti og felagsskap. Serligur dentur verður lagdur á vitan, samskifti og samvinnu.

Í hesum sambandi verður týdningarmesta tilfeingið hjá Fólkakirkjuni, limirnir í kirkjuráðunum bodnir á Hotel Føroyum við hesi skrá.


12.00 Døgurði.

13.00 Setan: Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Kirkjuráðið – heimildir og virksemi: Uni Næs, dómpróstur.

Sálmur og skiftandi samvera:

14.00 Kirkjulívið livst í kirkjusóknini – ella ger tað? Jákup Reinert, Ph. D og lektari.

Íblástur í bólkum.

15.30 Tann yrkisligi og tey sjálvbodnu: Jan Willemose, vinnusálarfrøðingur.

Íblástur í bólkum.

17:30 Val í hondum: Andrias Ziska, stiftsfulltrúi.

18.00 Nátturði.

Nakað til eygað, nakað til oyrað .. ein sansalig uppliving.

20.15 Endi: Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Felagssangur.

Vælkomin!

Biskupur.