Skriva út
Skálavíkar kirkja 125 ár
30.08.2016 Tíðindi
Í hesum sambandi við at Skálavíkar kirkja verður 125 ár verður skipað fyri hátíðargudstænastu sunnudagin 4. september.
Á skránni er:
Kl. 12.00 Hátíðargudstænasta, sjónvarpsgudstænasta. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar. Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi sóknarprestur og Havstein Klein, sóknarprestur luttaka.
Ingibjørg Hansen og Ólavur Jacobsen luttaka við sangi og spæli, eisini syngur Tórshavnar manskór.
Kl. 14.00 Almennur døgurði verður fyri øllum bygdafólkunum niðri á Keldu og Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi sóknarprestur hugleiðir.
Verið hjartaliga vælkomin!
Orð: Havstein Klein
Onnur tíðindi