Skriva út
Skála kirkja / framtíðar avbjóðing
06.05.2014 Tíðindi
Hvør tíð hevur síni eyðkenni, og nútíðin setur síni krøv. Samfelagið mennist, og í takt við hesa menning mega verkligu umstøðurnar hjá kirkjunum dagførast. Kirkjan og tað kirkjuliga lívið mega ikki gerast eftirbátar, tá ið talað verður um umstøður og møguleikar.
Sagt á annan hátt, so skal kirkjuliga gongdin og menningin nøkulunda fylgja gongdini í samfelagnum við atliti at kørmum og verkligum umstøðum.
Eyðvitað skulu vit nýta vit og skil og hóvliga meta um støðuna. Viðhvørt er talan um byggilist og mentanarligt handverk av serligum slagi, so umhugsni og hóvsemi eru neyðugar dygdir. Vit mega hava virðing fyri søgu, sniði og byggilist.
Hinvegin mega kirkjurnar fylgja rákinum í samfelagnum, tí hvør situr í dag heima í stovuni á eini fjøl ella einum bretti, tá ið vit hugna okkum framman fyri skíggjan. Tað er ein javnvág, og hana mega vit finna. Annars fær kirkjan sum hús og bygningur eina óneyðuga slagsíðu, ja verður fornminni heldur enn virki gudshús.
Í aðrar mátar er kirkjan sum kirkja varin. Ikki minst tá ið talan er um innihaldið. Tann slitsterka mannagongdin, tá ið hugsað verður um bygnaðin í og rundan um gudstænastuna, er ein styrki, ið verd er at varðveita. Smærri broytingar við máta.
Seinasta sunnudag vitjaði eg Skála kirkju, og gudstænastan varð útvarpað. Á Skála hava tey roynt ymisk sløg av gudstænastum, og mett verður at úrslitið er til gleði fyri samlaða trivnaðin í kirkjuliðnum.
Hvønn fyrsta sunnudag í mánaðinum hevur gudstænastan nakað av tilfari, ið beinleiðis er ætlað børnunum og tí yngra ættarliðinum. Sungnir verða tveir sálmar úr sálmabókini, og so hevur sunnudagsskúlin bíbliusøgu og tveir sangir, ið børnini læra í sunnudagsskúlanum. Hetta innslagið, bíbliusøgan og tveir lættari sangir, tekur einar 10 minuttir. Annars fylgir gudstænastan vanligari siðvenju og mannagongd.
Eisini á annan hátt hevur kirkjuliðið tikið stig rætta vegin. Ætlanin er at menna tað sosiala medvitið, og sosial samvera krevur karmar. Vit mega sum kirkja síggja andlitið og hyggja inn í eyguni hvør á øðrum, - soleiðis av og á. Ikki einans sita á bríkini og hyggja hvønn annan í nakkan, hóast tað er gott og mangan lívsneyðugt. Fjølbroytni rundan um borðið og so ein kaffimunn inn ímillum. Tað ger nakað við okkum. Brádliga fara vit at kenna tey, sum í eitt fjórðingsár hava sitið á brík nr. 2 ella 3 framman fyri okkara egna stól.
Kjallarin í Skála kirkju er útgrivin, og umfatandi arbeiði er gjørt í lendinum uttan fyri bygningin. Vit fáa eitt gott rúm við fjøltáttaðum møguleikum. Tey saniteru viðurskiftini koma at lúka tey krøv, ið ár 2014 e. kr. setir.
Í Skála kirkju eru atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum góð. Tað er neyðugt, at kirkjurnar hugsa um tey, ið bera brek til likams ella sálar. Ja, tað er okkum álagt við lóg. Eisini hesa lógina mega vit taka í álvara. Hugsa nýtt, hugsa møguleikar heldur enn at síggja forðingar.
Var fegin um gudstænastuna og spentur. Sum so mangan áður var løtan rík og mettað av hugna og virðiligum anda, og andin er avgerandi.
Ein vanligan makligan og gráan sunnudag í mai vóru 125 fólk í kirkju. So nógv fólk gongur í kirkju, sjálvt um vit mangan hoyra, at kirkjurnar eru tómar.
Vit, ið eru góð við kirkjuna, mega siga sannleikan. Tað er altíð pláss til ein afturat, ið brúkar “rexona”, sum lýsingin segði í mínum ungu døgum.
Vit, ið hava vitan um og kenna til støðuna, mega siga tað, ið sigast skal, so tey vitandi og fakligu kunnu lata røddina ljóða.
Á nógvum støðum er kirkjugongdin góð, og vit skulu gera nakað fyri at menna hana á øllum støðum. Alt eftir fólkatali og umstøðum.
JF.
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi