Skriva út
Skal røkka føroyingum í Íslandi við gleðiboðskapinum
18.12.2018 Tíðindi
Komandi sunnudag verður ein heldur óvanlig gudstænasta í Hósvíkar kirkju. Klokkan 15 henda tollaksmessudagin 2018 verður nevniliga ein av bygdarmonnum teirra, hin 48 ára gamli Ólavur Jacobsen sendur út sum trúboðari til Reykjavíkar í Ísland.
Tað er í roynd og veru Sjómansheimið Ørkin, sum hevur sett hann sum trúboðara í og út frá Ørkini. Ólavur skal fyrst og fremst røkka føroyingum í Íslandi, bæði við hjálp og við gleðiboðan.
Tað verður Bergtórur Bjarkhamar, sóknarprestur, sum leiðir gudstænastuna. Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa.
- Eg havi verið opin fyri øllum møguleikum at fara út við gleðiboðskapinum, sigur Ólavur, sum seinastu trý árini hevur arbeitt sum mekanikkari hjá Faroe Ship.
- Tað kom tí ikki sum ein skelkur, tá stýrið fyri Ørkina setti seg í samband við meg. Eg svaraði játtandi beinan vegin, sigur Ólavur í samrøðu við netútgávuna av Trúboðanum – trubodin.fo.
Ólavur Jacobsen er giftur við Vónbjørt, og eiga tey tríggjar døtur. Ólavur flytur til Íslands beint eftir ársskiftið. Fyrstu tríggjar mánaðirnar verður hann einsamallur, men tá fer konan eisini yvir. Fyrstu tíðina búgva tey á Ørkini.
GLEÐAST VIÐ GLAÐUM
Nýggi trúboðarin skal fyrst og fremst royna at røkka føroyingum í Íslandi, serliga um Reykjavíkarleiðina, og teim føroyingum sum eru við skipum ið leggja til bryggju í Íslandi.
Somuleiðis er ætlanin at fáa samband við landsmenn sum eru í Reykjavík í sjúkraørindum, og øðrum sum ferðast í Íslandi. Harumframt skal Ólavur hava andaktir og skipa fyri møtum á Ørkini.
Ólavur greiðir frá, at tað serliga eru trý bíbliuørindi sum eru løgd honum á hjarta og sum vegleiða hann um, hvat hann skal gera:
Í Markusi 16,15 sigur Jesus við lærusveinar sínar “Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!” Í Markusi 12,31 endurgevur Jesus næstakærleiksboðið: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.” Og í Rómverjabrævinum 12,15 skrivar Paulus: “Gleðist við glaðum, grátið við grátandi!”
– At vera saman við menniskjum, veita umsorgan og hjálpa hevur sera stóran týdning. Tú kanst ikki bera menniskjum gleðiboðskapin um Jesus, um tú ikki fyrst møtir teimum, har tey eru, og tekur støðu teirra í álvara.
- Tí mást tú ofta gráta við grátandi, áðrenn tú kanst gleðast við glaðum, sigur Ólavur Jacobsen millum annað í samrøðuni við Trúboðan.
Í JESU FÓTASPORUM
Ólavur skal fyrst og fremst venda arbeiði sínum ímóti føroyingum. Men ætlanin er haraftrat, at hann skal røkka íslendingum.
Í fjør var Ólavur í Íslandi við einum Podas-toymi fekk hann oyra fyri íslendska málimum, og síðani hevur hann roynt at læra seg íslendskt, eitt nú á kvøldskúla.
Tá hann kemur yvir til Íslands er ætlanin at fara á málskúla, tí tað er neyðugt at duga málið hjá teimum, sum tú vendir tær til.
Spurdur, um hann hugsar nógv um, at íslendingar ikki hava somu kristnu siðvenju sum føroyingar, svarar Ólavur at, nei, tað hugsar hann ikki stórvegis um.
– Eg hugsi mest um at ganga í Guds leiðslu. Tann, ið fylgir í Jesu fótasporum, eigur at vænta mótstøðu, men tað upptekur meg annars ikki nógv, sigur nýggi trúboðarin í Reykjavík.
Orð: Snorri Brend
Mynd: trubodin.fo
Onnur tíðindi