Skriva út

Sjónvarpsandaktin: Sami boðskapur – men í øðrum hami

29.11.2022 Tíðindi
Sverri St Andakt
Fongsuls- og sjúkrahúspresturin, Sverri Steinhólm tosar um lyndið í djórunum, sum í mangar mátar er átókt tí hjá menniskjum (Mynd: kvf.fo)

Í adventini eru siðbundnu andaktirnar í sjónvarpinum bæði øðrvísi og longur. Tann fyrsta varð send sunnukvøldið, sum var 1. sunnudagur í advent.

Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

Sjónvarpsandakt: - Endamálið hjá okkum er at gera andaktina í sjónvarpinum eitt sindur øðrvísi.
Orðini eigur Armgarð Arge, sum samskipar tað átrúnaðarliga økið í Kringvarpinum. Ein partur av hesum arbeiði eru andaktirnar í sjónvarpinum hvørt sunnukvøld.

Í mong ár hava vit sæð menn og kvinnur úr kirkjum og samkomum hava hesa andaktina, sum altíð verður send klokkan 19:50, uttan so at okkurt annað serligt er á skránni. 

Leisturin hevur í mangar mátar verið tann sami – onkutíð ein sangur ella tónleikur, og síðani sjálv andaktin, sum er í bestu senditíð, og endar beint áðrenn næstu sending. Soleiðis hevur verið í mong mong ár, men nú er altso broyting komin í.

Hetta kundu fólk sjálvi staðfesta, tá tey settu seg frammanfyri sjónvarpið sunnukvøldið at bíða eftir teirri siðbundnu andaktini.

Á skránni stóð tó ongantíð “andakt”, men ístaðin “Fyrsti sunnudag í advent”. Og tann uppmerksami hyggjarin mundi haraftrat leggja merki til, at sendingin byrjaði fyrri og var væl longri enn 10 minuttir.

Her var ístaðin talan um eina nýggja og øðrvísi sending við práti og livandi myndum av einum presti í aksjón heima við hús. Sjónvarpið hitti í hesum sambandi Sverra Steinhólm, eins og gjørt var sunnukvøldið, har vit seinni hoyra samrøður við Jógvan Fríðriksson, biskup.

- Ja, vit hava valt at skipa andaktina sunnukvøld á ein annan hátt. Vónandi fara fólk at taka væl ímóti teimum, sigur Armgarð Arge.

Í fyrstu syftu verður talan um andaktirnar teir fýra sunnudagarnar í adventini. Sum skilst, er ikki óhugsandi, at sjónvarpið fer at halda fram við sama leisti komandi ár.

Átrúnaður fyllir nógv
Andaktirnar í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum er ein av sendingunum, sum nógv fólk hyggja eftir og dáma væl.

Útvarp Føroya byrjaði sum kunnugt í 1957, og í 1984 fingu vit okkara egna sjónvarp, sum altíð hevur lagt seg eftir at framleiða dygdargott føroyskt tilfar til føroysku hyggjararnar.
Millum hesar sendingar er andaktin, sum verður send hvørt einasta sunnukvøld og aðrar halgidagar. Henda hevur soleiðis verið á skránni í mong ár, og gjørdist fastur táttur í sjónvarpsskránni ikki so langa tíð seinni.

Um ein hyggur eftir hagtølunum hjá Kringvarpinum, sæst týðiliga, at tær andaligu sendingarnar hava sítt virði og fylla væl út í skránni. Tey seinastu tølini vísa nevniliga, at átrúnaður er 9,8 prosent av føroyskum tilfari í sjónvarpinum.

Andaktirnar hava ligið rættiliga fast sunnukvøld klokkan 19:50, beint áðrenn at ein góð sending við onkrum áhugaverdum føroyskum tilfari verður send.

Soleiðis var eisini sunnudagin, sum var 1. sunnudagur í advent, tá henda heldur øðrvísi andaktin – ella prátið um dagsins prædikutekst – var á skránni.

Farna sunnudag mátti andaktin kortini flytast eitt sindur, orsakað av einum valfundi, sum varð hildin í SALT á Drelnesi. Men tá so prátið hinvegin byrjaði klokkan 21:04, vardi tað hinvegin væl longri enn vanligt.

Máttu hyggjararnir bíða eitt sindur eftir hesi nýggju andaktini, so fingu tey hesa ferð eina andakt sum ikki bert vardi slakar 10 minuttir, men í samfullar 22 minuttir.

Hyggur tú eftir skránni komandi sunnukvøld, so byrjar hetta prátið millum vertin og biskup klokkan 19:35 og varir til klokkan 19:57, eisini í 22 minuttir.

Ein asni 
Fyrsta sendingin eftir hesum leisti var sum nevnt send sunnukvøldið, nakað seinni enn vanligt er.
Sendingin byrjaði við at verturin, Armgarð Arge prátaði við sjúkrahúsprestin, Sverra Steinhólm í umhvørvinum uttanfyri bústað sín, sum er prestagarðurin í Sandagerði.

Sverri er djóravinur burturav, og hevur her ein hóp av ymiskum sløgum av heimafugli. Júst henda veruleikan byrjaðu tey prátið um dagsins tekst, sum snúði seg um, tá Jesus reið inn í Jerusalem á einum asna – einum djóri, sum mangan verður umrøtt í negativum vendingum, men sum í Bíbliuni verður lýst meiri positivt.

Henda frásøgnin um, tá Jesus kemur til Jerusalem, er jú 2000 ára gomul. Men fyri Sverra hevði tað minni at siga, tí frásøgnin um Jesus er framvegis eins aktuell og viðkomandi í dag í adventini 2022.

Vit eru stødd í adventini, sum er tíðin undan jólum. Og sum sagt var, so verða vit aftur í ár ámint um, at Jesus kom tá, men at hann aftur nú kemur til okkum, sum búgva á jørðini.

Spurningur Sverra var hin einfaldi og beinrakni: Hvat hevur alt hetta at siga okkum í dag?
- Jesus er ein veruleiki, og hann vil fegin sleppa at tosa við teg og meg. Tá eg lesi í Bíbliuni, so gleðist eg yvir Orðið, sum er livandi. Tí ynski eg altíð at hoyra meiri um Jesus, varð sligið fast.

Nýbrot innan andaktir
Nú var sett hol á hetta slagið av øðrvísi andaktum. Og sum longu nevnt kann væl henda, at hesin leisturin verður tikin upp aftur komandi ár.

Fyrsta sendingin var tikin upp í og kring prestagarðin í Sandagerði. Sendingin komandi sunnukvøld er tikin upp í biskupsgarðinum, har tosað verður við Jógvan Fríðriksson um dagsins tekst.

Í triðju sendingini, sum verður send 3. sunnudag í advent, hitta vit aftur Sverra Steinhólm í arbeiði sínum á Landssjúkrahúsinum. Og 4. og seinasta sunnudag í advent fer sjónvarpið í eina tóma Havnar kirkju, har prátað verður aftur við Jógvan Fríðriksson.

Hol er í øllum førum sett á eitt nýbrot innan andaktirnar í sjónvarpinum. Vónandi verður møguleiki at halda fram eftir sama leisti.

 - - -
Hevði tú ikki høvið at síggja fyrstu sendingina, so kanst tú gera tað við at trýsta á her.

Armgarð Arge, samskipari í Kringvarpinum tosar við Sverra Steinhólm í hugnaligu stovuni í prestagarðinum í Sandagerði (Mynd: kvf.fo)