Skriva út

Sjómansgudstænasta 2016 í Christianskirkjuni

22.08.2016 Tíðindi
Sjómansgudstænasta 2016 í Christianskirkjuni

Dorothea, upprunaliga bygdur sum prestbátur í Ónagerði á Viðareiði av Jákupi á Nesi í 1900. Í 1914 verður báturin seldur til Fugloyar og verður nýttur sum útróðrarbátur. Um 1930 verður hann seldur og nýttur sum grindabátur hjá Vágsmonnum í Klaksvík.

Eins og undanfarin ár, stóð forvitnislig sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni á skrá, dagin eftir stóra sjómannadagin – henda 12. sjómannadagin, sum man hava savnað eina mest av fólki, ið verður hevur á Sjómannadegi í Klaksvík.

Tí ringdi kirkjuklokkan 11.00 í morgun til Sjómansgudstænastu í Christianskirkjuni við Marjuni Lómaklett, presti. Áður hava nógv sjófólk verið til guðstænastuna og vóru hesi eisini meira enn vælkomin aftur í ár.

Guðstænastan varð skipað soleiðis, at Oddmar Niclasen, vegna útróðararfelagið las Heilaga lesturin úr Mika profeti 6,6,-8. Jón Kári Jacobsen las, vegna línuskipini Epistulin hjá Paulus ápostuli í fyrra brævi sínum til Timoteusar 1,5-17.

Báðir hava teir verið skipara á Bragd og fekk Oddmar Niclasen heiðirsløn handaða frá landsstýrismanninum í fiskimálum, Høgna Hoydal fyri tann bólkin á Sjómannadegnum.

Sum altíð er Christianskirkjan serliga prýðilig og tignarlig eisini til eina sjómannadagsguðstænastu við bátinum hangandi uppi undir loftinum – hesum báti, sum var til útróðrar hin lagnudagin í 1913, tá ið tríggir bátar fórust Tollaksmessudag.

Sálmarnir høvdu allir við sjólívið at gera, Andras Sólstein spældi undir saman við urguni, og høvdu hann og organisturin, Jóhanna Johannessen eitt solostykki eftir prædikuna, Jesu joy of Man’s desiring – útsett fyri horn og urgu.

Marjun Lómaklett, prestur hevði sum so ofta fyrr eina góða prædiku. Hon eisini fekk mangar tøkkir fyri prædikuna, tá ið fólk høvdu høvið at heilsa uppá hana í forkirkjuni ávegis heim eftir guðstænastuna.

Prædikan var til 13. sunnudag eftir tríeindardag - Sigur frá Jákupi og Jóhannesi, sum Sebudeusar synirnir eita og teirra stúrnu mammu. Prædikan snýr seg um ”at vera tænari” og ”at tæna”.

Prestur tók til seinast í skránna fyri viðkomandi sjómannadagarnar, sum verið hava, og segði hon soleiðis við endan av prædikuni:

”Guð gevi okkum øllum mátt, megi og vísdóm kærleikans til at elska og tæna Guði og medmenniskjum okkara á lívsins sigling um lívsins hav í fluttari merking, har alt hetta hevur verið gjørt ítøkiligt ta farnu vikuna, nú sjómannadagarnir hava verið hildnir til tess at undirstrika hvussu tætt, vit eru bundin at havinum og tilfeingi tess.
Hetta varð eisini undirstrikað, tá dagarnir byrjadu mánakvøldið, har ein kundi hoyra um strev Nólsoyar Páls til tess at troyta nýggjar leiðir á sjónum við deksførum heldur enn vid viðbreknu opnu bátunum. Stríð hansara mideydnaðist í fyrsta umfari, men sáðið var lagt í jørðina og spratt aftur eini seksti ár seinni, og mentist hóast ovurstóran kostnað, líðingar og tár til tað, ið vit kenna í dag, og sum vit njóta við takksemi til Skaparan.
Somuleiðis hava vit í huga bragd Ova Joensens, nú tríati ár eru liðin, síðani hann róðið allan langa teinin úr Føroyum til Danmarkar, og var hetta av sonnum eitt ótrúligt avrik, ið eisini hevur givið øðrum íblástur, og her kunnu vit nevna havrógvingina hjá Livari Nysted. Vert er somuleidis at nevna havsiglingina hjá Tróndi Pæturssyni.
Alt hetta sýnir sterka tilknýtið okkara til havið og ríkidømi tess, ið vit eiga at takka Guði várum fyri í eydmýkt og als ikki taka sum nakra sjálvfylgju. - Ja, sum vit syngja í næsta sálmi:
Mítt lívsfar veikt bygt og lítið er,
sum yvir hav meg man bera;
tó Harrin sjálvur er hjá mær her,
hann fulltrygg verja skal vera” (Sálmabólin nr. 584 v. 4)

Orð og mynd: Dávur Winther