Sjálvboðin í Sjóvar kirkju
– Fólk eru góð við kirkjuna, so tað stóð ikki á at fáa sjálvboðin at hampa rundanum og mála bæði kirkjuna og kirkjuhúsið, sigur Ásbjørg á Hálvmørk, kirkjuráðsformaður í Sjóvar kirkju
Einki er at ivast í, at gomlu trækirkjurnar kring landið – hvør á sín hátt – eru sjónlig og góð dømi um gamlan føroyskan byggisið. Júst tí er eisini umráðandi, at farið verður væl um tær og at tær verða væl røktar. Tað eru tey ikki minst greið yvir á Strondum, har tey í summar skipaðu eitt serligt átak:
– Tað var á Facebook, at vit lótu fólkið í bygdini fáa at vita, at vit høvdu brúk fyri eini hjálpandi hond, nú ymiskt skuldi gerast. Fyrst høvdu vit ein garðdag í juni og í august varð kirkjan málað, og í báðum førum var góð undirtøka, sigur Ásbjørg á Hálvmørk, kirkjuráðsformaður í Sjóvar kirkju.
– Garðdagurin varð skipaður soleiðis, at fólk lúkaðu og hampaðu túnið rundan um kirkjuna, málaðu kirkjuhúsið uttan og gjørdu ymiskt fyrifallandi. Og í august fingu vit so kirkjuna málaða uttan, eins og vit gjørdu tað fyri nøkrum árum síðani.
Tann fyrra dagin vóru eini 35 fólk og hjálptu til, og tá ið kirkjan skuldi málast, vóru tey eini átta fólk. Hetta fegnast tey í kirkjuráðnum um, og kirkjuráðsformaðurin heldur, at yvirhøvur eru fólk góð við Sjóvar kirkju og vilja hjálpa til, tá ið okkurt er.
Skapar samanhald
– Hvørki í juni ella august brúktu vit leygardagar til arbeiðið, tí leygardagarnir eru so upptiknir hjá fólki, at vit heldur valdu at gera tað eftir vanliga arbeiðstíð. Tað, sum varð gjørt fyrru ferðina, gjørdu vit tveir dagar frá miðdegi og væl út á seinnapartin, klokkan fýra ella fimm, og tá ið vit málaðu, var tað frá klokkan fimm seinnapart til átta ella níggju um kvøldið, sigur Ásbjørg á Hálvmørk.
Kirkjuhúsið gevur góðar møguleikar fyri trivnaði í sambandi við átøk sum hesi, ið nú hava verið, og til dømis í august, tá ið kirkjan skuldi málast, byrjaðu tey við einum døgurðabita, áðrenn tey løgdu til brots.
– Meðan vit arbeiða, kunnu vit práta og hugna okkum, og hetta er eitt sindur øðrvísi enn at sita og hyggja í nakkan á hvørjumøðrum sunnudagar. Tað er eisini hugaligt, at fólk vilja hjálpa til við sjálvbodnari arbeiðsmegi og lættir um hjá okkum, ið varða av kirkjuni, sigur Ásbjørg á Hálvmørk.
– Eg ivist ikki í, at vit fara at royna hetta aftur, tí tað sær út til at rigga væl. Vit hava havt garðdag tvær ferðir og báðar ferðir gjørt upp á henda mátan, so tað kunnu vit saktans gera aftur eftir somu uppskrift.
Fleiri myndir: HER
Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen.