Skriva út
Situr høgt, sær djúpt
07.04.2018 Tíðindi
Himmalsferðardagur Krists merkir, at Kristus ikki persónliga er staddur okkara millum, men at hann í himli valdar okkum og sær okkum. Vit eru skild sundur og kortini saman
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Komandi hósdag 10. mai er Himmalsferðardagur Krists. Og frásøgan um hann í Ápostlasøguni (11,1-11) er ein tilburður um skilnað. Lærusveinarnir bóðu meistara teirra farvæl. »Hann skiltist frá teimum og varð borin upp til himmals.« Tá vit biðja einum góðum vini farvæl, fella vit tár. Vit fara at sakna tann, ið fer frá okkum. Men í hesum førum verður sagt, at lærusveinarnir bóru gleði í barmi, tá teir fóru aftur til Jerusalems og templið og lovaðu Gudi. Ja, hetta kundi mint um eitt arbeiðspláss, har vit endiliga eru sloppin av við ein illa líddan stjóra.
Ella hava lærusveinarnir veruliga skilt tann gleðiliga boðskapin í hendingini henda dagin, meistari teirra fór til himmals? »Hvør er sum Harrin, vár Gud, hann, ið situr so høgt, hann, ið sær so djúpt á himli og á jørð?« (Sálm. 113.) Himmalsferðardagur Krists boðar okkum, at Jesus situr á trónuni og at vald hansara ongan enda hevur. Honum er givið alt valdið á himli og á jørð. Og tessvegna hava vit alla grund til at frøast, tí eingin er betri við okkum enn Jesus. Atburður lærusveinanna á himmalferðardegnum er eins og tá ið eitt land fær ein góðan kong, eina góða drotning ella ein dugnaligan forseta.
Himmalferð Krists merkir, at hann ikki sum persónur er staddur okkara millum, men tað merkir, at hann hevur valdið á okkum og eygleiðir okkum – uttan mun hvørji vit eru, rík ella fátæk ella lívssør. Vita skulu vit, at vit í himmalinum eiga ein Harra, ið kennir líðing okkara, og hann hjálpir okkum soleiðis sum hann metir tørv vera á.
Hetta fáa vit at sanna, uttan mun um vit eru sorgarbundin, gomul, óttast framtíðina ella er fongd av hugmóð. Harri okkara á himli sær djúpt niður á jørð og veitir okkum hjálp. Í Hebrearabrævinum verður sagt: »Hann sendir einglar sínar at hjálpa teimum, ið frelsuna fáa í arv.«
Yvir himmalsferðardegnum er ein dámur, sum mong hava ilt við at skilja. Skilnaður verður millum Jesus og lærusveinarar, men samstundis skal Jesus beina burtur allar forðingar millum okkara og Guds.
Hetta ein veruleiki, gudrøkin dagliga liva við. Vit eru skild sundur frá Jesusi – og tó eru vit í honum sameind við Gudi. Soleiðis er gudstrúgvin. Og úr hesum jørðildi er tað, at bæði sorg og gleði vella fram.
Hin áleikandi spurningurin: Er Gud til? er hjá mongum ein glerrunnin sálartregi. So leingi skilnaður eru millum okkum og Jesus sleppur hesin tregi ikki taki sínum heilt. Tí vit eru ikki vorðin til fyri at hava ein andligan felagsskap við Gud – á tann hátt, vit sanna hetta í løtuni. Vit eru skapt til ein persónligan, ítøkiligan felagsskap við Gud. Kanska ivast tú ikki í, at Gud er til, men saknar kortini hjáveru hansara. Kanska tá ið tú ákallar hann í bøn, kanska mest tá tú er komin í snerru, kennir máttloysi ella sakn. Onkuntíð kennist bønin og ákallanin sum eitt favntak, tí vit persónliga eru skild frá Jesusi.
Hjá kristnum fólki er ein gleðisdámur yvir himmalsferðardegnum. Tá Jesus fór til himmals, var tað tí at hann hevði fullgjørt tann setning, hann var komin til jarðar at útinna. Tí er grindin opin til Guds – sum hjá einum barni til faðir sín. Okkum nýtist ikki at óttast revsing fyri ólýdni, tí á Golgata bar Jesus revsingina fyri allar misgerðir okkara. Og á trónu síni á himli kann eingin skilja okkum frá kærleika hansara til okkara.
Tá vit kenna himmalsferðardámin á okkum, eiga vit at fylgja lærusveinunum: leita til hin kristna felagsskapin, har vit møta Jesusi í likami hansara á fold og saman lovprísa Gudi, hinum altvaldandi.
Skýggj, sum her mær sýnið forðar,
fjalir ei meg fyri tær,
gjøgnum bjørg og bláar skorar
fullvæl eyga títt meg sær;
gerst mær verðin trong og vánd,
rættir tú mær hjálparhond;
og til síðst tú vilt mær hýsa.
Hátt skal hjarta mítt tær prísa!
(Mikkjal á Ryggi: »Frøi er í himli høga«)
Onnur tíðindi