Skriva út

Símun urguleikari: - Lætt at registrera við nýggju urguni í Gøtu

10.11.2014 Tíðindi
Símun urguleikari: - Lætt at registrera við nýggju urguni í Gøtu

Tað var ein stórur dagur fyri kirkjufólkið í Gøtu, tá tey fyrr í ár á fyrsta sinni sluppu at síggja, og ikki minst uppliva ta nýggju urguna í kirkjuni.
Nýggja urgan varð vígd 1. hvítusunnudag við eina stórfingna gudstænastu.
Her slapp urguleikarin við Gøtu kirkju, Símun Hammer av álvara at spenna seg út. Við spæli sínum kundi hann her vísa á nakrar av møguleikunum sum henda urgan við sínum 34 røddum kann geva.
Urgan er upprunaliga bygd av Wilhelm Hemmersam, og stóð at byrja við í Ängelholms kirkjuni í Suðursvøríki.
Haðani varð hon tikin niður í 1960, og flutt til Samuelskirkjuna í Keypmannahavn í 2002.
Tað var eisini júst hesin sami, Wilhelm Hemmersam sum tá intoneraði urguna – tað er: gav pípunum í somu stemmu einsljóðandi klang.
Hvussu væl urgan ljóðar, bæði til sálmasang og sum præludium og postludium fekk Føroya fólk møguleika at hoyra, tá sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendi gudstænastu haðani 26. oktober í ár.
Tann gudstænastan kann hoyrast og síggjast við at trýsta á hesa leinkjuna: http://kvf.fo/netvarp/sv/2014/10/26/gustnasta-r-gtu-kirkju-0

34 STEMMIR
Wilhelm Hemmersam er eisini kendur í Føroyum og hevur bygt fleiri urgur her á landi.
Millum hesar telist hon í teirri gomlu kirkjuni í Gøtu, eins og gamla urgan í Fuglafirði.
Sagt verður, at hann var serliga kendur fyri at duga væl at intonera urgur.
Urgan í Gøtu kirkju er ein mekanisk urga við trimum manualum og pedal. Talið á stemmum er 34, og er henda tí nú størsta urgan í landinum.
Og tað er ikki hvør sum helst urga, ið Símun Hammer dagliga spælir uppá.
Urgan sigst vera ein av yndis-urgunum hjá Finn Viderø, sum eisini var ættaður úr Føroyum.
Finn Viderø (1906-1987) var fyrsti urguleikarin úr Danmark, sum gjørdist kendur úti í heimi fyri innspælingar sínar av teimum kendu urguverkunum.

ELEKTRONIKKUR
Hesin heimskendu urguleikarin fekk kortini ikki høvið at hoyra hesa frálíku urguna í Gøtu kirkju.
Eftir at tað varð avgjørt, at urgan skuldi setast upp her í Gøtu, er hon vorðin høvuðsumvæld, og hevur harumframt fingið nýmótans tøkni til stýring av ymisku stemmunum – ta sonevndu Setzer stýringina.
Fyrimunurin við hesari tøknini er, at tað er sera lætt hjá urguleikaranum at gera fjølbroyttar registreringar, og innstilla tær allar, áðrenn byrjað verður at spæla.
- Jú, eg eri sera væl nøgdur við hesa nýggju urguna, sigur Símun Hammer, urguleikari.
Í Føroyum er hetta eisini einasta urgan, sum kann registrera elektroniskt við hesi nýggju tøknini.

Orð: Snorri Brend