Skriva út

Sigmund Rasmussen heiðraður

19.12.2016 Tíðindi
Sigmund Rasmussen heiðraður

Undir gudstænastuni 4. s. í advent í Oyndarfjarðar kirkju varð Sigmund heiðraður við tænastumedaljuni í silvuri, ið hennara Hátign Drotningin hevur latið honum. Í fimmti ár hevur Sigmund sitið við urguna í kirkjuni í heimbygdini. Tað er ein stór tænasta, ið kirkjuráðið saman við kirkjuliðinum metti burðardygga til eina almenna viðurkenning.

Tað var longu í barnaskúlanum, at táverandi deknurin og lærarin, Erling Mortensen, sá evnaríka smádreingin við teimum góðu gávunum innan tónlistina. Um tað mundið, var Adolf, faðir Sigmund, urguleikari í Oyndarfjarðar kirkju. Teir báðir, Erling og Adolf vóru samdir um, at Sigmund skuldi spæla í kirkjuni saman við pápanum og í hansara fráveru. So ein vanligan dag í skúlagarðinum spurdi Erling, um Sigmund ikki kundi spæla í kirkjuni. Og soleiðis byrjaði tænastan sum urguleikari. Trettan ára gamal varð hann kallaður í fasta tænastu, og nú eru so fimmti ár runnin við urguna.

Okkurt tíðarskeið hevur Sigmdund verið sjómaður. Tá hava bygdamenn hansara traðkað til, t.d. Harald Petersen og Marni Gaard. Onkran sunnudag inn í millum hava grannabygdirnar lænt oyndfirðingum ein urguleikara, og soleiðis hevur tænastan verið í góðum hondum.

Áhugavert er at nevna, at góða søgan endurtók seg. Sigmund fekk gott í beinið frá pápanum og avloysti hann við urguna. Sonur Hervør og Sigmund, Julian, er kendur urguleikari, og hevur nomið sær holla útbúgving niðri í Danmark. Havi sum sóknarprestur á Gjaranesi havt ta gleði at samstarva eisini við Julian. Og samstarvið og samskiftið við kirkjutænararnar hevur verið fyrimyndarliga gott.

Gudstænastan var unnilig, fjálg og vøkur. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið øllum til eina máltíð í skúlanum. Gudstænastuna og løtuna í skúlanum fara vit at minnast.

Hjartaliga til lukku Sigmund! Takk fyri títt trúfesti og trúgva tænastu.

JF