Skriva út

Setti lívið í veð fyri læru kirkjunnar

27.02.2017 Tíðindi
Setti lívið í veð fyri læru kirkjunnar

Kendi týski mannarættindastríðsmaðurin Martin Niemöller var kavbátaskipari undir fyrra heimsbardaga. Hann fór síðan undir at lesa gudfrøði og var prestur. Í Nazi-Týsklandi stríddist hann av øllum alvi fyri, at lutherska-evangeliska kirkjan ikki fór við politiska rákinum og setti lívið í veð fyri læru hennara

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Liðin eru 125 ár síðan kendi týski gudfrøðingurin, presturin og mannarættindastríðsmaðurin Martin Niemöller var borin í heim. Hann var prestsonur úr Lippstadt í Nordrhein-Westphalen, føddur 14. januar 1892. Fyrra heimsbardaga var hann ovasti í týska herflotanum; var kapteynur á kavbáti.
Eftir heimskríggið fer Niemöller at lesa gudfrøði og verður í 1931 prestur í Dahlem tætt við Berlin. Hann var luthersk-evangeliskt trúgvandi og verður tíðliga hugtikin av læruni hjá Schweizisk/týska gudfrøðinginum Karl Barth.
Barth hevði stórt árin á tíðina, tá menn sum Niemöller myndaðu kirkjulívið og gudfrøðina í Týsklandi. Gudfrøðin er týðiliga merkt av Karl Barth og uppgerð hansara við sonevndu ‘liberalu teologiina’. Og í hesum parti eru eisini gudfrøðingar sum Dietrich Bonhoeffer.
Henda læran var vorðin ein koddi hjá fólki. Tey litu ikki longur á Kristus sum Frelsaran, men bara sum eitt fyridømi, eina leiðreglu. Undrini og frelsugerningurin vórðu kveistrað til viks, ella ikki talað so nógv um tey. Men so brestur fyrri heimsbardagi á og fólk fara aftur at berjast og alt liggur í skeljasori. Og nú trínur Karl Barth fram við sínari læru. Hann vendir aftur til Luther og Paulus og peikar á viðurskiftini millum Gud og menniskju – menniskjað sum tað lítla. Var Gud ikki sjálvur komin til menniskjað, so var tað uttan bjarging.
Karl Barth er protestantiskur teologur og arbeiðir á hesari kós. Hann er eingin nýggjur trúbøtari, men sjónarmið hansara eru nýggj, og dastið av luthersk-evangelisku kirkjuni tekur undir við teimum.

Modernaður heiðinskapur

Fyrru helvt av 1930-árunum hittast Karl Barth og Martin Niemöller. Tað er í sambandi við mótstøðuna hjá luthersku-evangelisku kirkjuni móti nazistisku uppíleggingini í kirkjulívið, og nú ein partur av kirkjuni – Tey týsku kristnu – góvu eftir fyri kravboðum frá nazismuni og lagaðu seg eftir teimum.
Tað er í hesari mótstøðurørslu, at Niemöller stígur fram og verður kendur. Fyrsta veruliga mótstøðan verður skipað í 1933 í sambandi vð Ariara-paragraffina, sum órættvíst flokkaði fólk eftir uppruna og slagi, og seinni í sambandi við Nürnberg-lógirnar í 1935, sum hýstu úti øllum uttan týskarum av reinum slag (ariarum) frá almennum tænastum – eisini kirkjuni. Allir jødar o.o. fólkasløg í embætum hjá ríki og kommunum, noyddust at siga embætini frá sær, og ríkisborgararætturin varð tikin frá teimum.
Ein maður sum Dietrich Bonhoeffer, ið var prestur og docentur í Berlin, var beinanvegin ímóti, og Martin Niemöller hevði ilt við at góðtaka hetta. Bonhoeffer gjørdi greitt, at hetta ikki bara var nakað, sum rakti jødar, men eisini kirkjuna í høvuðsheitum – hetta at ráðandi valdið legði uppí og kravdi, at prestar ikki máttu vera jødar (teir vóru eisini kristnir).
Á ymsum fundum vórðu mótmælissamtyktir orðaðar; tær, ið komu at mynda Barmen-trúarjáttanina, sum í dag helst hevur meira søguligan áhuga enn tað at vera trúarjáttan, samanborin við aðrar játtanir. Tað var Karl Barth, sum í roynd orðaði hana. Týska kirkjan viðurkendi hana ongantíð beinleiðis, men hon var so byrjanin til Játtanarkirkjuna (bekennilsiskirkjuna), sum Martin Niemöller seinni var talsmaður fyri.
Barmen-trúarjáttanin vísir frá sær eina og hvørja uppílegging frá ráðandi valdinum, og hóast tað ikki varð sagt beinleiðis, so var atferð Hitlers – við Føraranum sum einum serstaka høgt mettum persóni, ið kundi seta tey krøv, hann vildi – mett sum modernaður heiðinskapur.
Ein grein í hesi trúarjáttan segði, at ein bert boygdi seg fyri tí, sum Kristus sjálvur í Skriftini beyð og ikki fyri kravboðum frá øðrum uttanfyri. Allar skipanir, ið ikki samtyktu við hesa treyt, áttu at vísast burtur.

Góðtaka onga neyðsemju

Tað var ikki einans ariara-paragraffini, Barmen-trúarjáttin bardist ímóti. Tað gjørdi hon eisini ímóti teimum Týsku Kristnu, sum góðtóku hesar nýggju nazilógirnar.
Og heilt út av lagi gjørdist støðan, tá týska kirkjan fekk ein biskup sum Ludwig Müller – vanliga nevndur Reibi (Reichbischof) – sum í øllum lutum boygdi seg fyri nazistiskum kravboðum og stóð í fremstu røð og rópti »heil« saman við øðrum naziviðhaldsfólkum. Hann varð seinni settur frá vegna ódugnaskap, men hann var nazistunum hentur ávísa tíð. Teir prestar, sum ikki vildu boyggja seg fyri nazistiskum kravboðum, vórðu settir frá og jagstraðir, mest teir kristnu jødar, ið prestar vóru.
Hesir prestar mistu alla sína løn og kundu ikki lívbjarga sær og húski. Neyðugt var tessvegna at seta í verk tiltøk og hjálpa teimum. Stovnað varð tí Pfarrer-Notbund – ein prestasamtøka at hjálpa frásettum prestum, ikki bara fíggjarliga, men eisini at mótmæla hesi nazistisku gerð.
Martin Niemöller var á odda í hesi samtøku við fleiri vælgerðarmonnum. Einir 300 týskir prestar vóru beinanvegin við í tiltakinum og lótu úr egnum lumma pening at hjálpa trongstaddu starvsbrøðrum sínum.
Felagseyðkenni fyri einaræði er, at tey ongantíð sýna sítt sanna andlit beinanvegin, og tá Hitler fekk valdið í Týsklandi, fekk kirkjan frið fyrstu tíðina, men tá nazistar høvdu vunnið fulla makt og niðurbart alla mótstøðu, krevja teir eisini at hava eitt orð at siga í kirkjuni. Og Nürnberg-lógirnar eru fyrsta beinleiðis atgerðin. Og mangir navnframir menn – eitt nú týski heimspekingurin Martin Heidegger – komu við úttalilsum, teir seinni iðraðu seg um; sovorðið, ið samtykti við nazistisku gerðirnar.
Tað vóru fleiri, sum hildu, at hesum bar til at liva við, og júst Martin Niemöller hevði hug at royna semju og fáa í lag eina skipan, sum arbeiðast kundi eftir. Men Bonhoeffer vildi vísa hesum burtur beinanvegin og ikki góðtaka nakra neyðsemju. Hetta var seinni eisini støða Niemöllers.

Niemöller í fangalegu

Sum frálíður harðnar stríðið meira og meira millum kirkjuna og nazivaldið, og eisini hin vongin í kirkjuni, sum boyggir seg fyri valdsboðunum.
Bonhoeffer helt tað, sum oyðilegði mótstøðuna vera, at kirkjan fór í tvíningar. Tey týsku kristnu øðrumegin, sum at kalla í øllum lutum boygdu seg fyri nazistiskum kravboðum, og játtanarkirkjan hinumegin, sum var ein lutfalsliga lítil partur av luthersku-evangelisku kirkjuni. Stóð týska kirkjan saman sum ein heild, hevði støðan verið øðrvísi.
Bonhoeffer varð sýtt at prædika í Berlin og har um leiðir, og í 1937 verður Martin Niemöller handtikin og fongslaður. Árið eftir verður hann dømdur varðhald sjey mánaðir í skansa og ikki leyslatin aftur, men fluttur í Sachsenhausen-fangaleguna nærindis Berlin. Seinni í fangalegu í Dachau sum persónligi fangi Hitlers til krígslok 1945.
Í fangalegu er ávirkan Niemöllers avmarkað. Hann hevur havt ávísa ávirkan á medfangar sínar og prædikað fyri teimum og havt bønarhald, tá onkur lagalig løta gavst. Men alt hitt týska fólkið kendi hann. Í kirkjuliðum – eitt nú hansara egna í Dahlem – vóru føst bønarhald fyri ávísum fólkum, m.a. Niemöller øll hesi árini.
Tað er undrannarvert, at Niemöller kom livandi úr fangaleguni. Hann var fangi í sjey ár. Vit vita, at móti endanum á krígnum kláraðu mong ikki meira enn hálvt ár í fangalegu, so doyðu tey.
Men nazistarnir vildu ikki gera Niemöller til ein størri martýr. Tað at hann var so kendur og nógv virdur hevur elvt til eina vissa respekt og tí ikki mett skilagott at taka hann av døgum. Harvið kundu nazistar linka um mótstøðuna.

Aftur á prædikustólin

Leysur úr fangaleguni tekur Martin Niemöller uppaftur arbeiðið sum prestur. Og eftir kríggið varð Játtanarkirkjan roknað sum tann einasta, nakar stirðil var í. Læra ríkiskirkjunnar (Teirra týsku kristnu) varð dømd sum vandamikil trúarvilla.
Bonhoeffer beindu nazistarnir fyri. Niemöller verður so tann, sum eftir kríggið kemur at byggja upp ta nýggju kirkjuna, og í hesum arbeiði var Játtanarkirkjan ráðandi um alt Týskland at kalla.
Eftir kríggið var Niemöller næstformaður í Evangeliska Ráðnum í Týsklandi og formaður í Evangelisku Kirkjuni í Hessen-Nassau. Hann var virkin í kirkjuligum millumtjóðasamstarvi (økomeniskum). Somuleiðis virkaði hann fyri einum sameindum Týsklandi og ímóti vápnadubbing.
Niemöller hevur skrivað m.a. endurminningarnar »Vom U-Boot zur Kanzel« (1934), »Zur gegenwärtigen Lage der evangelischen Christenheit« (1946), »Der Weg ins Freie« (1946), »Die Erneurung unserer Kirche« (1946) og hevur harumframt givið út søvn við prædikum í eitt nú fangaleguni í Dachau.
Martin Niemöller andaðist í Wiesbaden í Hessen 6. mars 1984, 92 ára gamal.

Ábyrgd kirkjunnar

Hvat sigur stríð Martin Niemöllers kirkju okkara í dag. Vit vita jú, at einaræðisharrar sníkjandi kunnu koma fram at valdinum – uttan at nakar varnast tað fyrr enn ov seint er. Einaræði Hitlers varð framleitt í eini av heimsins mest demokratisku stýrisskipanum, Weimar-republikkini.
Men vandin við demokratiinum er, at verður tað spjatt ov nógv sundur í smáar bitar, sum allir halda seg hava javngóðan rætt, so virkar tað ikki sum tað av røttum eigur. Hetta var tað, sum hendi, ikki bara í Týsklandi, men eisini aðrar staðir.
Teir sterku menninir sleppa framat, tá ið demokratiið spælir fallit. Á pappírinum er einki í vegin við tí, men við nógvum flokkum og mongum ymiskum sjónarmiðum ber illa til at samstarva. Her er tað vandin lúrir, og hann er størstur, har fólkið hevur ein veikleika fyri sterkum persónum.
Hetta var júst tað, sum slóðaði Hitler vegin fram at valdinum í Týsklandi. Og hann hevði eisini eitt annað alternativ at vísa á enn hinir flokkarnir høvdu at bjóða í kreppurakta Týsklandi.
Summi vilja hava, at kirkjan leggur uppí og sigur nakað við onnur, sum teimum ‘dámar at hoyra’, men frábiðja sær, at kirkjan sigur nakað við tey. Og tá kirkjan tekur slíkar spurningar upp í boðskap sín, so er tað tí, at eitthvørt týdningarmikið er í samfelagi okkara, ið viðkemur ábyrgd kirkjunnar.
Tað ringasta, sum kann henda, og sum slóðar tí ‘sterka manninum’ vegin fram at valdinum, er ‘apatiið’ (dólsknið) og fólk siga: Eg tími ikki at fara á val. Tað er líkamikið, hvønn eg velji, tey somu koma bara aftur, sum hava rikið okkum í óføri. Hetta er ógvuliga álvarsamt fyri eitt fólkaræði.
Kirkjan og kristindómurin eiga ikki at renna sum eltibløðrur við tíðini og krúpa fyri lygnini. Politikkur verður altíð í ávísan mun opportunistiskur. Tað nýtist ikki altíð at vera ringt. Kann vera tað frægasta, sum er í at velja í løtuni. Men tað kann kirkjan ikki, um hon skal vera ektað kirkja.
Karl Barth var vanur at taka til orðini hjá Jeremiasi (17,5): »Bølbiðin verði tann maður, sum troystar á menn og letur hold vera arm sín, men heldur hjarta sítt langt frá Gudi.« Hesi orðini søgdu teimum nógv, sum stríddust ímóti týska nazivaldinum.